Ein russisk fregatt skeyt mánadagin pyroteknikk eftir einari tyrlu hjá donsku verjuni í altjóða sjógvi út fyri Gedser.
Tað upplýsir danska verjan í tíðindaskrivi.
Talan var um eina hernaðartyrlu av slagnum Fennec, sum var í ferð við eina vanliga myndatøku av russisku fregattini.
Fregattin skeyt tvey sonevnd neyðbluss móti tyrluni. Slík bluss verða vanliga nýtt sum varskógvingarmerki á sjónum. Annað blussið fór fram við tyrluni í stuttari frástøðu.
Eingin skaði kom á tyrluna ella manningina.
Danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, tekur hendingina í stórum álvara.
– Hetta er álvarsamt. Tað er tekin um, at russiski váðahugurin er fluttur, sigur hann.
Hann heldur, at talan var um sera óprofessionellan sjómansskap frá russiskari síðu.
Russiski sendiharrin verður boðsendur
Sambært Jeppe Bruus fer hendingin at fáa eina diplomatiska uppfylging. Danski uttanríkisráðharrin fer at boða russiska sendiharranum til samrøðu um málið.
Enn er ikki greitt, nær samrøðan verður.
Verjumálaráðharrin væntar ikki, at Danmark fer at taka onnur stig enn samrøðuna við russiska umboðið.
– Hendingin fór fram í altjóða sjógvi. Vit taka hana í álvara, men vit fara ikki at broyta atferð. Vit hava eina fullkomiliga lógliga uppgávu at fylgja við tí, sum fer fram, og ta uppgávuna fer verjan eisini at røkja frameftir, sigur Jeppe Bruus.
Støjberg: Russiskur ágangur er komin til Danmarkar
Inger Støjberg, forkvinna í Danmarksdemokraterne, sigur, at hendingin vísir, at russiskar provokatiónir og russiskur ágangur nú eru komin heilt til Danmarkar.
Hon heitir á Nato-londini um at standa saman og framhaldandi stuðla Ukraina í krígnum móti Russlandi.
– Hetta vísir bara, hvussu kyniskur mótstøðumaður Putin er. Tí er tað avgerandi, at Nato stendur saman, og at vit framhaldandi stuðla Ukraina.
– Fellur Ukraina, fer Putin at banka enn harðari á dyrnar hjá Evropa og Danmark, sigur Inger Støjberg.
Hon væntar, at Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, kunnar um hendingina í næstum.
/Ritzau