Pedro Proenca, forseti í portugisiska fótbóltssambandinum, FPF, sigur, at allir partar ynskja landsliðsskiparan aftur.
Tað skrivar Reuters við tilvísing til portugisiska miðilin A Bola, sambært Ritzau.
– Portugisiska fótbóltssambandið og forsetin arbeiða við ró og umhugsni og tosa við allar partar. Teir hava longu alment boðað frá ynskinum um at fáa liðskiparan aftur. Tað er greiði viljin hjá øllum, sigur Proenca.
Fyrr í dag varð eitt agamál reist móti Ronaldo í sambandi við tilburðin, tá hann fór úr portugisiska landsliðsleguni í Danmark.
Ronaldo bað týsdagin um umbering fyri tilburðin. Hann legði samstundis dent á, at hann framvegis er tøkur hjá landsliðnum, tá hann hevur sitið eina møguliga revsing av.
Kelda: Ritzau.