info
Ongi úrslit

Mjällby fekk bank í Stokkhólmi

Verandi meistararnir eru bert seks stig omanfyri næstaftasta liðið

Heri Simonsen
31. august 2026 kl. 21:45

Martin Agnarsson var á vøllinum í 63 minuttir, og Áki D. Samuelsen var ikki við í hópinum, tá lið teirra, Mjällby var fyri einum skrædli í bestu svensku fótbóltsdeildini.

Á 3 Arena leikvøllinum í Stokkhólmi tapti Mjällby stórt 0-4 fyri Djurgården. Heimaliðið brúkti bert 26 minuttir um at leggja seg á odda 3-0.

Mjällby hevði bert bóltin 32 prosent av tíðini, og teir høvdu sambært hagtølunum ongan stóran málmøguleika. 

Mjällby er nummar 12 í deildini við 20 stigum. Teir eru bert seks stig omanfyri næstaftasta liðið, Örgryte sum hevur 14 stig.

Longu hóskvøldið klokkan 18 fær Mjällby høvið at hevna tapið í kvøld, tá teir møta Djurgården á heimavølli í Hällevik. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Vejle vann grannauppgerðina móti FC Fredericia

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti við fimm málum - avrikaðu væl í seinna hálvleiki

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður biðið um frágreiðing um Bakkafrost-málið

3 tímar síðan
Tíðindi

Kanada tekur frástøðu frá USA í fíggjarætlan

4 tímar síðan
Tíðindi

Klaksvík: Biskupsstøðgøta breiðkað

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Universi­tets­sjúkra­hús á papp­ír­i­num, men hvar eru íløgur­nar?

6 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Láadal 35 ára starvsdag á Hotel Føroyum

6 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

6 tímar síðan
Tíðindi

Danska poppdrotningin Medina á OY Voxbotn 2027

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum ⛑

7 tímar síðan
Tíðindi

Vil vita, hvat landskassin fekk burtur úr skerdum frádráttum

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Odmar gleðir seg til avgerandi Nations League dystirnar

7 tímar síðan