info
Ongi úrslit

Nú fáa fleiri koronu-stuðul úr landskassanum

Í summum førum kann stuðulin í mesta lagi verða 300.000 krónur til hvønn og í øðrum førum kann hann í mesta lagi vera 80.000 krónur

Áki Bertholdsen
27. apríl 2021 kl. 13:14
Nú fara eisini almannagagnligir felagsskapir av ymsum slagi, eisini at fáa fíggjarligan stuðul fyri tað, korona-farsóttin hevur kostað teimum. Tað hava umboð fyri allar flokkar, uttan Sjálvstýri og Miðflokkin, lagt uppskot fyri Løgtingið um, so tað er eingin ivi um, at tað verður samtykt. Teir sum kunnu fáa stuðul, eru almannagagnligir felagsskapir, sum taka atgongugjald, og sum hava mist inntøkur tí at teir hava verið noyddir at avlýsa tiltøk í kjalarvørrinum av koronu. Stuðulin kann í mesta lagi vera 75 prosent av mistu inntøkuni, men hann kann tó ongantíð vera meira enn 300.000 krónur til hvønn felagsskap. Felagsskapir kunnu eisini fáa stuðul fyri mistar leiguinntøkur, men tær kunnu verða 75 prosent av mistu inntøkuni, ella í mesta lagi 80.000 krónur til hvønn felagsskap. Felagsskapir, talan kann vera um, kunnu vera skótar og dansifeløg, men ítróttarfelag, sum eru limir í Ítróttarsambandinum, eru ikki umfatað av hesum. Men tað er eisini ein treyt, at tiltøkini eru avlýst og ikki bara útsett til seinni í ár. Og tað er eisini ein treyt, at talan er um felagsskapir sum annars høvdu havt eina inntøku upp á minst 30.000 krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár

39 minuttir síðan
Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

1 tími síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

1 tími síðan
Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

2 tímar síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

2 tímar síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

3 tímar síðan
Tíðindi

Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar

4 tímar síðan
Tíðindi

Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum

4 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vitjar Stórtingið

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú kanst tú gleða teg til eina skattarokning á 70 milliónir

5 tímar síðan