info
Ongi úrslit

Noah innkallaður til landsliðsvenjing

Manslandsliðið: Håkan Ericson hevur sent boð eftir Noah Mneney til landsliðsvenjingina í morgin

Tróndur Arge
23. september 2022 kl. 20:04

Noah Mneney hevur á fyrsta sinni fingið landsliðsboð. Tað hendir eftir, at Hallur Hansson hevur givið avboð til landsliðið, sum sunnukvøldið skal spæla móti Turkalandi.

Hallur Hansson hevur fingið ein álvarsligan skaða í knæið, sum ger at liðskiparin á landsliðnum má sita yvir í upp til eitt ár. Vónin var, at talan var um lítlan skaða og tí bleiv hann úttikin til landsdystin móti Litava. Skanningar hava síðani víst, at talan er um álvarsaman skaða.

Í hansara stað er komin miðvallarin hjá Víkingi, Noah Mneney. Hann hevur verið at kalla fastur maður á miðvøllinum hjá Víkingi seinastu trý árini, og hevur verið fastur maður á U21-landsliðnum. Hann er 19 ára gamal og skifti til Víking frá ÍF í 2019.

Liðfelagin í Víkingi, Sølvi Vatnhamar, er tøkur aftur eftir leikbann. Tí verður Noah Mneney 24. maðurin í hópinum, og tað kunnu verða 23 spælarar á dómaraseðilinum. Føroyar spæla sunnukvøldið klokkan 19.45 móti Turkalandi í seinasta dystinum í Nations League higartil.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

8 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Støre og Mette ósamd um samrøðu við Putin

30 minuttir síðan
Tíðindi

Russiskt álop á tokstøð kravt 13 mannalív

1 tími síðan
Tíðindi

Neyðugt at verja javnstøðuna

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri dialogar eftir Platon í føroyskari týðing

1 tími síðan
Tíðindi

Christine Lagarde gevst í ECB fyrr enn ætlað

2 tímar síðan
Tíðindi

Pedro Sánchez vil hava svar eftir vanlukkuna

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Ynskja vit at útbúgva læknar til føroyska heilsuverkið?

3 tímar síðan
Tíðindi

Vestmanna fær nýggjan sløkkibil

4 tímar síðan
Tíðindi

Børn í Skopun stuðla Reyða Krossi

4 tímar síðan
Tíðindi

Funnu spreingiknøtt á ruskplássinum í Moss

5 tímar síðan
Tíðindi

Fólk úr 87 ym­isk­um lond­um ferð­að­ust við SSL í summar

5 tímar síðan
Tíðindi

Arbeiðið at útbyggja og dagføra bátahylin verður gjørt stigvíst

6 tímar síðan