Nú verður farið undir arbeiðið at gera eina nýggja gongubreyt fram við landsvegnum í Líðini í Trongisvági.
Hósdagin varð arbeiðstakarasáttmálin undirskrivaður í býráðssalinum á Tvøroyri.
Tað er Sp/f Andrias Berg, sum skal gera arbeiðið.
Gongubreytin verður umleið 500 metrar long og tveir metrar breið. Hon fer at liggja fram við landsvegnum frá Ósanum í Trongisvági til rulluportrið í Trongisvágslið.
Endamálið er at bøta um ferðslutrygdina og geva fólki, sum ganga á hesum vegastrekkinum, tryggari umstøður.
Andrias Berg, arbeiðstakari, og Kristin Michelsen, borgarstjóri, taka í hondina á hvørjum øðrum, eftir at sáttmálin er undirskrivaður
Løgtingið hevur játtað eina millión
Verkætlanin verður framd í samstarvi við Landsverk, sum hevur góðkent ætlanina.
Tvøroyrar kommuna er byggiharri og hevur ábyrgdina av arbeiðinum.
Sáttmálaupphæddin er 1.391.100 krónur uttan meirvirðisgjald.
Løgtingið hevur fyribils játtað eina millión krónur til gongubreytina.
Restin av fíggingini verður sostatt ein uppgáva hjá kommununi.
Sambært tíðarætlanini skal arbeiðið vera liðugt fyrst í februar 2027.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, og Andrias Berg, arbeiðstakari, skrivaðu undir sáttmálan hósdagin.