Sjóvar kommuna hevur lagt fíggjarætlanina fyri 2027 fram, og hon ber brá av stórum fólkavøkstri og ætlanum um fleiri útbyggingar.
Kommunan ætlar at brúka 26,95 milliónir krónur til íløgur næsta ár.
Raksturin gevur eitt væntað avlop upp á 11,29 milliónir krónur, men tá íløgurnar eru tiknar við, verður hallið 15,66 milliónir krónur.
Hetta hallið verður eftir ætlan fíggjað við lántøku.
Nýggj ítróttarhøll á Strondum
Størsta einstaka verkætlanin hjá kommununi er nýggja ítróttarhøllin, sum skal byggjast sunnan fyri bygdahúsið á Strondum.
Høllin skal knýtast at bygdahúsinum, so bygningarnir saman kunnu gerast ein miðdepil fyri ítrótt, mentan og frítíðarlív.
Verkætlanin varð boðin út í oktober, og væntað verður, at tilboðini koma inn um mánaðarskiftið januar og februar 2027.
Kommunan hevur ikki enn kunngjørt endaligan byggikostnað.
Fleiri íbúðir og útstykkingar
Sjóvar kommuna vísir á, at hon sambært Hagstovuni hevur størsta fólkavøkstur í landinum.
Kommunan metir, at Eysturoyartunnilin hevur havt stóran týdning fyri vøksturin, samstundis sum arbeitt hevur verið við at útvega fleiri grundstykki.
Í 2027 verður peningur settur av til at gera verandi útstykkingar lidnar.
Eisini er øki sett av til eina størri íbúðarverkætlan, sum kommunan vónar kann byrja næsta ár.
Vinnuøkið á Hulki verður útbygt
Á Hulki verður arbeitt við at bøta um umstøðurnar hjá vinnuni.
Vegurin oman á Hulk er breiðkaður, og arbeiðið við at gera bryggjukant millum verandi bryggjur er komið væl áleiðis.
Hetta arbeiðið er tó seinkað orsakað av vantandi loyvum.
Peningur verður settur av í 2027 til at gera bryggjuarbeiðið liðugt.
Kommunan ætlar eisini at gera nýtt rusk- og endurnýtslupláss, umframt at gera ábøtur á Stranda skúla.
Barnafrádrátturin hækkar
Skattaprosentið verður óbroytt, 21 prosent.
Barnafrádrátturin hækkar hinvegin úr 8.000 upp í 9.000 krónur.
Kommunan væntar 87,76 milliónir krónur í inntøkum næsta ár, meðan rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 72,09 milliónir krónur.
Harumframt eru 4,38 milliónir krónur settar av til rentur og rentustuðul.
Sambært fíggjarætlanini skulu 5,4 milliónir krónur gjaldast í avdráttum.
Sjóvar kommuna sigur, at ætlanin er at sameina stórar framtíðaríløgur við ein framhaldandi góðan kommunalan rakstur.