info
Ongi úrslit

Nýtslan hjá føroysku húsarhaldunum enn í vøkstri

Privata nýtslan er ein týdningarmikil partur av føroyska búskapinum. Í stødd er privata nýtslan á støði við vøruútflutningin og vøruinnflutningin og gongdin í privatu nýtsluni hevur stóra ávirkan á BTÚ-vøksturin.

Eirikur Lindenskov
22. sepember 2022 kl. 08:23

Tað skrivar Landsbanki Føroya í morgun

Myndin niðanfyri vísir samlaðu kortnýtsluna í Føroyum og uttanlands fyri árini 2019 – 2022 (2022 bert fram til og við juli mánað). Myndin tykist at vísa eina størri nýtslu í 2022 enn undanfarnu árini, men tað merkir ikki neyðturviliga, at húsarhaldini í 2022 hava keypt størri mongdir av vørum og tænastum í mun til undanfarnu árini, tað kann eisini skyldast at prísirnir eru hækkaðir fitt í 2022.

Hóast føroyingar eru tilvitaðir um, at prísir og rentur hækka, sæst ikki nøkur stórvegis broyting í nýtsluni hjá húsarhaldunum enn. Flestu teirra eru væl fyri fíggjarliga, tí sambært peningastovnunum verður ikki biðið um fleiri skáar, og trotini eru ikki størri enn vanligt hjá privatkundunum.

Slíka hækking í brúkaraprístalinum, sum í øðrum ársfjórðingi 2022, hava vit ikki sæð í Føroyum 14 ár, og tað ávirkar eyðsæð húsarhaldini tá tey verða biðin um at meta um egnu fíggjarstøðu og um búskapin sum heild í brúkarakanningini, sum Hagstovuni ger. Her meta húsarhaldini, at útlitini fyri teirra fíggjarstøðu vera væl verri um eitt ár sammet við í dag. Hinvegin er løntakaratalið methøgt, arbeiðsloysið lágt og tørvurin á arbeiðsmegi sera stórur. Hetta týðir á, at privata nýtslan helst kann gerast størri, enn lægra bjartskygnið í hesi brúkarakanning bendir á.   

##med2## 

Les meira í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

Í gjár kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. sepember kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

Í gjár kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. sepember kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

Í gjár kl. 07:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stór mótmælir um alt Týskland

3 tímar síðan
Tíðindi

Vilja útflyta grønlendskt vatn við tangaskipi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Joan Johannesen var aftur toppskjútti hjá KA/Þór

4 tímar síðan
Fótbóltur

Markus var tvífaldur málskjútti

5 tímar síðan
Hondbóltur

Elias vann á Vilhelm í týsku Bundesliguni

5 tímar síðan
Tíðindi

Polar Seafood keypir íslendingarnar út fyri 925 milliónir

6 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann á Team Klaksvík í KÍ-høllini

6 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Kyndil tapti við fýra málum

6 tímar síðan
Tíðindi

Norðan konsert í Ruth Smith savninum

6 tímar síðan
Fótbóltur

David var trífaldur málskjútti

7 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan Johansen vann á Rúnar Hammer

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Bjartalíð legði upp til mál í tapi á útivølli

8 tímar síðan