Lesarar hjá Sosialinum hava kosið Øssur Berghamar til Ársins Føroying 2018.
– Nú hann mest sum er við at rigga av, kom tað ikki sørt óvart á trúfasta mannin í Keypmannahavn, ið saman við konuni hevur tænt sínum landsmonnum á Flatlondum í næstan hálva øld, at hann skuldi verða valdur ársins føroyingur.
Soleiðis skrivar Sosialurin í kvøld, har blaðið avdúkar, at Øssur Berghamar, sum síðani 1973 hevur virkað millum landsmenn í Keypmannahavn, er Ársins Føroyingur 2018.
Í samrøðuni verður Øssur Berghamar spurdur, hvussu hann kennir heiðurin:
– At vera eyðmjúkur verður so ofta nýtt, at tað næstan kennist at vera devaluerað, so eg eri takksamur, tá ið tað í grundgevingunum verður víst á tænastuna, sum vit hava gjørt í Kristnastovu og í sambandi við vitjanir, tá ið sjúka rakar. Hetta kendu vit at vera okkara kall fyri meiri enn 45 árum síðani, og alt síðani hevur talan verið um eitt kall frá Harranum. Vit geva honum æruna og takka fyri, at tað untist okkum at vera við í verkinum í so mong ár.
Men hvat vil tað so siga fyri Øssur Berghamar, at tað var eitt kall?
– Susan, sum er ættað úr London, og eg høvdu verið gift í tvey ár og høvdu hálvt ár frammanundan fingið Andrew, tá ið vit á sumri í 1972 fóru niður at vera við í Operation Josva, sum tað nevndist. Hetta var danskt evangeliskt átak, sum hevði miðstøð á Fyn – ikki so langt frá Odense. Har vóru vit í eitt ár.
– Tað var í Operation Josva tíðini, at vit sóu, at tað bíðaði ein uppgáva at vera nakað fyri føroyingar í Danmark og serliga í Keypmannahavn og at savna teir við tí endamáli at styrkja andaliga samfelagið. Tá avgjørdu vit at búseta okkum í danska høvuðsstaðnum. Í fyrstu atløgu hugsaðu vit um ungfólk undir útbúgving, men tað var skjótt, at vitjanir á sjúkrahúsum vórðu partur av arbeiðnum, og tær hava verið og eru framvegis eitt hjartamál, sigur hann.
– Vit hava alla tíðina verið felags um hetta. Talan er um teamwork, sum tað ikki hevði borið til at verið partur av, um vit ikki vóru tvey, sum stóðu saman – Susan og eg.
– Kristnastova varð veruleiki í 1973. Síðani 1979 hevur hon verið á Birmavej 36 á Amager. Nú eru tíggju ár síðani, at vit góvust sum fyristøðufólk har. Ta uppgávuna hava Dora og Niels Pauli Nónstein síðani røkt. Vit royna at stuðla, og nú vit eru leys av dagliga rakstrinum á Amager, savna vit okkum eftir førimuni um at vitja á sjúkrahúsum, á sjúklingahotellinum og einstaklingar. Tað var andaliga kallið, sum var drívmegin, og soleiðis er tað framvegis, sigur Øssur Berghamar.
Umframt hesar tænasturnar, sum her eru nevndar, hevur Øssur Berghamar yrkt, týtt og smíðað løg til eina rúgvu av sangum og kórum. Fyri jól gav hann út eitt andaktshefti, sum ber heitið Ein dag í senn – 31 dagar við orði og sangi. Bókin hevur eitt orð til hvønn dag í ein mánað, og harumframt er eisini en sangur umtalaður, ið verður knýttur til dagsins orð.
Lesið samrøðu í nýggjársblaðnum hjá Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið í kvøld, og sum kann keypast í talgildari útgávu á sos.fo
Við at trýsta á pílin á myndini ber til at hoyra og síggja samrøðu, sum Eyðun Klakstein í Miðlahúsinum gjørdi við Øssur Berghamar í desember í fjør.
Lesið eisini: Úr savninum. Eg kenni meg vælkomnan at vitja sjúklingar
Øssur Berghamar er ársins føroyingur 2018 Øssur Berghamar er ársins føroyingur 2018
Lesarar hjá Sosialinum hava kosið Øssur Berghamar til Ársins Føroying 2018
info
Eirikur Lindenskov
27. desember 2018 kl. 20:20
Mest lisið hesa vikuna
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
12. oktober kl. 00:01
Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági
15. oktober kl. 07:54
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
11. oktober kl. 21:48
Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu
14. oktober kl. 12:06
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
14. oktober kl. 20:57
Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði
14. oktober kl. 17:53
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
NSÍ hevur lagt hondina á FM steypið
10 minuttir síðan
Tíðindi
Kensluborið at siga farvæl eftir hálva øld
50 minuttir síðan
Fótbóltur
VIDEO: Mattias helt málið reint tá Strømsgodset knústi oddaliðið
1 tími síðan
Tíðindi
Føroyar fyrimynd fyri tunlar í Hetlandi
1 tími síðan
Tíðindi
Ljósareyður oktober
1 tími síðan
Tíðindi
Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktobur
1 tími síðan
Tíðindi
Metstór luttøka: Talváhugin tykist vaksandi í Føroyum
2 tímar síðan
Tíðindi
Eivør er bara blivin betri og betri
2 tímar síðan
Fótbóltur
Hillerød mátti lúta fyri oddaliðnum
3 tímar síðan
Fótbóltur
FC Nordsjælland misti í oddastríðnum
3 tímar síðan
Tíðindi
Vaskikona innilæst í fongsulskliva í trý samdøgur
4 tímar síðan
Tíðindi
Bumban í Viðvík sprongdist ikki
4 tímar síðan