Meira enn ein millión fólk mistu streymin, tá Russland fríggjadagin leyp á fleiri øki í Ukraina.
Í minsta lagi átta fólk lótu lív, og 60 fingu skaða, upplýstu ukrainskir myndugleikar sambært Reuters.
Ukrainska orkumálaráðið upplýsti seinni, at umvælingarfólk høvdu fingið streymin aftur til meira enn eina millión fólk. Ógreitt var tó, hvussu nógv framvegis vóru uttan streym.
Í landslutinum Volyn, sum hevur mark við Pólland, mistu umleið 370.000 fólk streymin um morgunin. Seinni fingu umleið 100.000 teirra streymveitingina aftur.
Í høvuðsbýnum í landslutinum, Lutsk, ávaraði borgarstjórin um, at streymslitið kundi vara í minst eitt samdøgur.
Álopini kravdu eisini mannalív fleiri staðni í landinum.
Í Kharkiv lótu ein 71 ára gomul kvinna og ein 58 ára gamal maður lív, og 12 fólk fingu skaða. Tvey fólk vórðu dripin í Kramatorsk og tvey í Dnipropetrovsk-landslutinum.
Í Volyn rakti ein drona eitt matvøruvirki. Har læt eitt fólk lív, og átta fingu skaða.
Sambært AP raktu russisk álop níggju ukrainskar landspartar. Tíðindastovan vísir á, at álop á ukrainska elnetið undan vetrinum hava verið ein afturvendandi partur av krígnum.
Streymslitini kunnu raka bæði hitaveiting og atgongdina til rennandi vatn, samstundis sum kalda árstíðin nærkast.