Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur valt síðuna hjá Putin í krígnum millum Russland og Ukraina.
Tað metir Kristian Mouritzen, altjóða greinari hjá Berlingske, eftir at Trump hevur sett nýggj tiltøk móti Russlandi í bíðistøðu, fáar dagar áðrenn tey skuldu koma í gildi. Tað skrivar DR.
Tiltøkini skuldu millum annað gera tað møguligt at leggja upp í 100 prosent í tolli á vørur úr londum, sum keypa russiska olju og gass. Trump undirskrivaði sjálvur lógina fyri minni enn einum mánaði síðani, men vísir nú til amerikonsk tjóðaráhugamál sum grundgeving fyri at útseta tiltøkini.
Sambært Kristian Mouritzen kann avgerðin fáa álvarsligar avleiðingar fyri samstarvið millum USA og Evropa. Hann metir, at møguleikarnir at leggja trýst á Russland vikna, tá USA og evropisku londini ikki kunnu semjast um tiltøkini.
Avgerðin kemur eftir eina viku við vaksandi spenningi millum Washington og Kyiv.
Trump hevur boðað frá einari avtalu um at fáa meira enn 300.000 tons av russiskum diesel á amerikanska og altjóða marknaðin. Sambært forsetanum skal tað lækka brennievnisprísirnar. Atfinningar hava tó verið um, at avtalan gevur Russlandi nýggjar inntøkur til kríggið.
Samstundis hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, lagt Trump undir at svíkja Ukraina. Hann sigur eisini, at landið ikki longur fær tær neyðugu amerikansku fregnarupplýsingarnar til at ávara um russisk álop. Trump heldur hinvegin fast við, at USA framvegis deilir fregnarupplýsingar við Ukraina.
Kristian Mouritzen metir, at kósin hjá Trump kann raka republikanararnar á amerikanska miðskeiðsvalinum um fáar vikur. Bæði republikanarar og demokratar stóðu aftan fyri lógina um tiltøkini, sum forsetin nú hevur sett í bíðistøðu.
USA-journalisturin hjá DR, Trine Maria Ilsøe, ávarar tó ímóti at gera ov víðfevndar niðurstøður um framtíðarkósina hjá Trump. Hon vísir á, at hann fleiri ferðir áður hevur broytt støðu brádliga.