Russisk kanningarfólk vátta í dag, at leiðarin í Wagner-bólinum, Jevgenij Prigozjin, er deyður í flogvanlukku.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Mikudagin datt eitt privatflogfar við Prigozjin á ferðafólkalistanum niður í Tver-økinum í vestara parti av Russlandi.
Síðani hevur ein kanningarnevnd kanna vanlukkuna, og í dag upplýsa kanningarfólkini, at samleikin hjá teimum persónum, sum doyðu í flogvanlukkuni, svarar til ferðafólkalistan hjá flogfarinum.
Av boðum frá nevndini framgongur, at tað er genkanning, sum hevur ført til, at kanningarfólkini nú kunnu staðfesta samleikan á teimum deyðu. Tað skrivar Sky News.
Meira verður ikki farið í smálutir um kanningarnar, og deyðsføllini eru ikki váttað av óheftum.
Tilsamans tíggju persónar vóru í flogfarinum.
Dmitrij Utkin – sum ofta verður lýstur sum stovnari av Wagner-bólkinum – var eisini á listanum.
Prigozjin gekk á odda stutta uppreistrinum hjá hernaðarbólkinum móti russisku herleiðsluni í juni. Tá marsjeraði bólkurin móti russiska høvuðsstaðnum Moskva.
Marsjurin endaði viði, at gjørd var avtala millum russiska forsetan, Vladimir Putin, og Wagner-bólkin, sum endaði uppreisturin og sum flutti herfólkið hjá Wagnerbólkinum til Hvítarusslands.
Síðani flogvanlukkuna mikudagin hava fleiri serfrøðingar, lond í vesturheiminum, atfinnarar móti russisku stjórnini og onnur spekulerað í, at Wagner-leiðarin kann verða dripin.
Talsmaðurin hjá Vladimir Putin, Dmitriu Perskov, hevur víst uppáhaldunum aftur og kallað tað lygn.
/ritzau/
Kanningarfólk vátta at Wagner-leiðarin er deyður Kanningarfólk vátta at Wagner-leiðarin er deyður
Sambært kanningarfólkum svarar ferðafólkalistin á niðurdotna flogfarinum í Russlandi til teir persónar, sum veruliga doyðu.
Eirikur Lindenskov
27. august 2023 kl. 12:59
Mest lisið hesa vikuna
Simme Musikkhús heldur fram
Í gjár kl. 11:24
29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd
5. oktober kl. 23:35
Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?
4. oktober kl. 23:14
Maður breyt knæið eftir bardaga
4. oktober kl. 20:25
Sjúrður yrkir á Fólkatingi
9. oktober kl. 08:56
Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?
6. oktober kl. 14:56
Fleiri tíðindi
Hondbóltur
Burn: VÍF vann klassikaran og H71 vann stórsigur á EB
7 minuttir síðan
Fótbóltur
Klaksvíkingar vunnu stórsigur á Tórsvølli
42 minuttir síðan
Fótbóltur
Nú nærkast av álvara hjá NSÍ
58 minuttir síðan
Hondbóltur
Óli syrgdi fyri 10 málstigum í stórsigri hjá GOG
1 tími síðan
Tíðindi
Trump boðar frá vápnahvíld – Zelenskyj visti einki um hana
1 tími síðan
Tíðindi
Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í Sørvági
1 tími síðan
Hondbóltur
SMS: H71 vann stórsigur á EB í Hoyvíkshøllini
2 tímar síðan
Tíðindi
Minst 11 deyð í bussvanlukku í Turkalandi
2 tímar síðan
Fótbóltur
AC Horsens bjargaði javnleikinum í yvirtíðini
3 tímar síðan
Tíðindi
Møgulig ætlan um at myrða Donald Tusk
3 tímar síðan
Lesarabrøv
Tá vit hava tikið ræðið á laksinum, hava vit eisini tikið ábyrgdina
3 tímar síðan
Tíðindi
Mótmæla laksaaling í Seyðisfirði og Reykjavík í dag
4 tímar síðan