info
Ongi úrslit

Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjónistar

- Hetta uppskot um mótrokning gagnar einans pensjónistum, sum eru høgtløntir og ikki teimum mongu, sum bert hava lága pensjón og lága arbeiðsinntøku - ella lága privata pensjón at liva av

Áhugabólkur Pensjónista
16. apríl 2026 kl. 22:36

Tað er trupult at fáa eyga á batar í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, tá umræður livikorini hjá lágløntum pensjónistum.

Í samgonguskjalinum verður boðað frá, at markið fyri mótrokning skal hækkast upp í 300.000 krónur, og samstundis skal mótrokningarprosentið hækka upp í 30 prosent. Og skulu arbeiðsmarknaðargjøld eisini rindast av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum.

Hetta uppskot um mótrokning gagnar einans pensjónistum, sum eru høgtløntir og ikki teimum mongu, sum bert hava lága pensjón, og lága arbeiðsinntøku ella lága privata pensjón at liva av.

Mótrokningin átti heldur at verið broytt soleiðis, at hon ístaðin kann gagna stórum tali av fólkapensjónistum, ið hava lága inntøku.

Beint fyri løgtingsvalið kom Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, við uppskoti um at hækka mótrokningina í fólkapensjónini úr 61.900 krónum upp í 102.600 krónur. 

Um tílíkt uppskot til mótrokning varð sett í verk, vildi tað hjálpt einum hópi av lágløntum fólkapensjónistum, sum soleiðis høvdu fingið meira pening at liva av.   

Teir pensjónistar, ið bert ella nærum bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, hava tørv á at fáa eina eykaviðbót ella eldrakekk líknandi donsku skipanini.

Somuleiðis eiga fyritíðarpensjónistar, sum fáa pensjón, ið liggur undir fátækraváðamarkinum, eisini at fáa ein eykaviðbót afturat fyritíðarpensjónini, ið lyftir teir upp um fátækraváðamarkið.

Í samgonguskjalinum verður sagt, at fyribils tiltøk verða sett í verk at lætta um hjá fólki, nú oljuprísirnir eru hækkaðir munandi og matvøruprísirnir eru vorðnir sera høgir.

Fráboðaði oljustuðulin eigur at verða settur í verk, hetta ongantíð ov skjótt.

Áhugabólkur Pensjónista

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Gonguprát við Inga Jonhardsson um steypafinaluna

5 tímar síðan
Tíðindi

Seyðahundarnir koma heim

5 tímar síðan
Tíðindi

Talv: Hørð byrjan

5 tímar síðan
Tíðindi

Lágmæltur krígsfilmur úr Ísrael

5 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanski miðbankin hækkar rentuna

5 tímar síðan
Hondbóltur

Ovi og Pauli vunnu seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini

6 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Füchse Berlin mátti lúta fyri Veszprém

6 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB kopp­aði greipu­vinn­ar­u­num

7 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar arbeiða nógv longri

7 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel fekk dreymabyrjan men tapti fyri superliguliði

8 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki legði upp til málið sum tryggjaði Mjällby eitt stig

8 tímar síðan
Tíðindi

Ray á Roks vann silv­ur við skerpi­kjøti og sjó­pylsu á pizzuni

8 tímar síðan