info
Ongi úrslit

Skjótt búgva 400.000 fólk í Íslandi

Sambært nýggjum framskrivingum kann fólkatalið í Íslandi næstu 40 árini fara at veksa við 200.000, men í slíkum framskrivingum liggja nógvar óvissur.

Vilmund Jacobsen
8. januar 2024 kl. 19:07

Í 2008 ljóðaði metingin, at fólkatalið í Íslandi í umleið 2050 fór at koma upp á 400.000 íbúgvar, men henda framskriving fer eftir øllum at døma ikki at halda. 

Nú verður roknað við, at fólkatalið í Íslandi fer at koma upp á 400.000 longu innan eitt hálvt ár, tí nú resta bert 1000 íbúgvar í hesum søguliga tali.

Fólkavøksturin í Íslandi hevur verið nógv størri, enn framskrivingarnar í sínari tíð søgdu.

Tað er íslendski tíðindamiðilin, Morgunblaðið, sum ber hesi tíðindi.

- Í 2008 vístu framskrivingar ein árligan fólkavøkstur á 0,6 prosent, men vøksturin gjørdist nógv størri enn tað, staðfestir íslendski professarin, Stefán Hrafn Jónsson.

Hann starvast við samfelgsvísundi á íslendska universitetinum.

Sambært nýggjum framskrivingum kann fólkatalið í Íslandi næstu 40 árini veksa við 200.000, soleiðis at umleið 600.000 fólk kunnu fara at búgva í Íslandi einaferð í 2060-unum.

Men, slíkar framskrivingar hava sjálvsagt eina óvissu, sum kann standast av eitt nú eitt nú kríggi, farsóttum og fleiri øðrum viðurskiftum, sum kunnu broyta gongdina, leggur Stefán Hrafn Jónsson, aftrat.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

Í gjár kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Veiðigjald og rettidig omhu

27 minuttir síðan
Lesarabrøv

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

53 minuttir síðan
Tíðindi

Heysthugni og livandi tónleikur í Havn

58 minuttir síðan
Lesarabrøv

Kósin er sett – men hvar eru mann­ing­in og skiparin?

1 tími síðan
Tíðindi

15 ára gamal í starvs­venj­ing í Menta­mála­ráð­num

1 tími síðan
Tíðindi

Skotska løgreglan kannar vitjan hjá Andrew og Epstein á Balmoral

1 tími síðan
Tíðindi

Marjun Kálvalíð talar á minningarhaldi

2 tímar síðan
Tíðindi

Magni Christiansen konsert í Løkshøll sunnukvøldið

2 tímar síðan
Tíðindi

Stór afturgongd hjá Audi

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump avlýsir veljarafundir í Kansas og Iowa

3 tímar síðan
Tíðindi

14 dripin í dronuálopi í Etiopia

3 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

4 tímar síðan