SAMFERÐSLA: Hvønn einasta dag koyra um 4500 bilar tvørtur um brúnna um Streymin. Og hetta hevur, sum vera man, eisini sett síni spor.
Tey hjá Landsverki hava tí øll árini, síðani brúgvin kom, havt eitt vakið eyga við teirri ávirkan, ið henda ferðslan, sum bara er økt ár undan ári, hevur havt á sjálvt bygningsverkið.
Nú var tíðin komin til at umvæla og styrkja verjuna av undirstøðinum undir hesi skjótt 40 ára gomlu brúnni. Sambært nýggjastu ársfrágreiðing teirra, eru sett 6,6 mió krónur av til hetta arbeiðið tey næstu trý árini. Í ár verður arbeitt fyri tvær mió krónur.
Dekkið á brúnni er fyri kortum høvuðsumvælt, og síðani er tørnið komið til at umvæla og styrkja verjuna av undirstøðinum.
- Alt slítist við tíðini, og hetta er eisini galdandi fyri undirstøðið á brúnni, vísir Landsverk á. Grót og annað tilfar, sum fylgir við sterka streyminum gjøgnum sundið, máar spakuliga burtur av betongsúlunum.
J&K Petersen, sum vann uppgávuna at gera arbeiðið, er farið undir at gera umvælingina. Fyrsti liður í hesum arbeiði var at leggja út grótverju sunnan fyri brúnna frá Streymoyarlandinum, og út móti siglingarrennuni. Grótverjan tænir somuleiðis sum byggipláss fyri tí arbeiði, sum verður gjørt. Eftir at nýggj botnverja er gjørd, er Brúgvin um Streymin so gott sum nýggj.
30. oktober í ár eru annars liðin 40 ár, síðani Brúgvin um Streymin varð tikin alment í nýtslu, og tað var tá fyrsta brúgv fyri bilferðslu um Atlantshavið.
Hetta var dagin eftir, at kenda brúgvin um Bosporus-sundið í Turkalandi, ið knýtir Evropa og Asia saman, lat upp fyri almennari ferðslu.
MYND:
30. oktober í ár eru annars liðin 40 ár, síðani Brúgvin um Streymin varð tikin alment í nýtslu
(Mynd: landsverk.fo)
So gott sum nýggj 40 ár seinni So gott sum nýggj 40 ár seinni
SAMFERÐSLA: Hvønn einasta dag koyra um 4500 bilar tvørtur um brúnna um Streymin. Og hetta hevur, sum vera man, eisini sett síni spor. Tey hjá Landsverki hava tí øll árini, síðani brúgvin kom, havt eitt vakið eyga við teirri ávirkan, ið henda ferðslan, sum bara er økt ár undan ári, hevur havt á sjálvt bygningsverkið. Nú var tíðin komin til at umvæla og styrkja verjuna av undirstøðinum undir hesi skjótt 40 ára gomlu brúnni. Sambært nýggjastu ársfrágreiðing teirra, eru sett 6,6 mió krónur av til hetta arbeiðið tey næstu trý árini. Í ár verður arbeitt fyri tvær mió krónur. Dekkið á brúnni er fyri kortum høvuðsumvælt, og síðani er tørnið komið til at umvæla og styrkja verjuna av undirstøðinum. - Alt slítist við tíðini, og hetta er eisini galdandi fyri undirstøðið á brúnni, vísir Landsverk á. Grót og annað tilfar, sum fylgir við sterka streyminum gjøgnum sundið, máar spakuliga burtur av betongsúlunum. J&K Petersen, sum vann uppgávuna at gera arbeiðið, er farið undir at gera umvælingina. Fyrsti liður í hesum arbeiði var at leggja út grótverju sunnan fyri brúnna frá Streymoyarlandinum, og út móti siglingarrennuni. Grótverjan tænir somuleiðis sum byggipláss fyri tí arbeiði, sum verður gjørt. Eftir at nýggj botnverja er gjørd, er Brúgvin um Streymin so gott sum nýggj. 30. oktober í ár eru annars liðin 40 ár, síðani Brúgvin um Streymin varð tikin alment í nýtslu, og tað var tá fyrsta brúgv fyri bilferðslu um Atlantshavið. Hetta var dagin eftir, at kenda brúgvin um Bosporus-sundið í Turkalandi, ið knýtir Evropa og Asia saman, lat upp fyri almennari ferðslu. MYND: 30. oktober í ár eru annars liðin 40 ár, síðani Brúgvin um Streymin varð tikin alment í nýtslu (Mynd: landsverk.fo)
info
Snorri Brend
29. juli 2013 kl. 02:56
Mest lisið hesa vikuna
Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól
10. november kl. 22:37
Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum
17 tímar síðan
Aksel ger útlendskt øl dýrari
9. november kl. 23:20
Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj
10. november kl. 13:35
Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum
7. november kl. 19:00
Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya
11. november kl. 13:05
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Grønland hevur avgjørt at flyta klokkuna aftur
18 minuttir síðan
Hondbóltur
Silja var toppskjútti tá Ajax vann seg upp á oddasessin
48 minuttir síðan
Tíðindi
Nýggj tunnilsleið kann kosta 650 milliónir krónur
1 tími síðan
Fótbóltur
U19-landsliðið tapti tepurt fyri Montenegro
1 tími síðan
Tíðindi
Stórur íleggjari hevur selt øll partabrøvini í Bakkafrost
2 tímar síðan
Tíðindi
Íslendskir fiskimenn kunnu fara at landa í Føroyum
3 tímar síðan
Tíðindi
Benjamin Rajani: Nú føli eg, at hann letur meira upp!
4 tímar síðan
Tíðindi
Aksel umhugsar at talgilda skattalistarnar
5 tímar síðan
Lesarabrøv
Arbeiðir løgmaður við tveimum tjóðarsemjum?
5 tímar síðan
Tíðindi
Maður handtikin eftir innbrot á apotekið í Havn
6 tímar síðan
Tíðindi
Lesandi kunnu vinna 30.000 krónur uttan mótrokning
7 tímar síðan
Tíðindi
Vilja hava landsstýrið at vísa hvat kemur burtur úr Útnorðurráðnum
9 tímar síðan