Tíðindaskriv:
Eisini verður venjingarlega og dómaraskeið á skránni um vikuskiftið – og alt er liður í fyrireikingunum hjá Judo Føroyum til Oyggjaleikirnar komandi summar.
- Vit fara frá null til hundrað hetta vikuskiftið.
Tað staðfestir aðalskrivarin í Judo Føroyum, Sanna N. Djurhuus, nú Judo Føroyar skipar fyri fyrstu altjóða kapping síðani 80’ini.
Tað er nevniliga eingin bleyt læringskurva, Judosambandið hevur sett sær fyri hetta vikuskifti.
Tvørturímóti – tí tey skipa bæði fyri dómaraskeiði, altjóða kapping og eini venjingarlegu við tveimum fulltíðarvenjarum, ið koma allan vegin úr Japan.
- Hetta er ein liður í at fyrireika okkum í Judo Føroyum, íðkarar og sjálvboðin til mongu uppgávurnar og støðið, ið verður á Oyggjaleikunum. Hetta er okkara generalroynd, sigur Sanna N. Djurhuus.

Tiltak yvir fýra dagar
Tað er Skúlin á Fløtum í Havn, sum er karmur um virkna vikuskiftið.
Fríggjadagin var dómaraskeið á skránni. Tað vóru tveir altjóða dómarar av hægsta stigi, ið vanliga døma EM og HM kappingar, ið høvdu skeið fyri at førleikamenna føroyskar dómarar og sjálvboðin.
Leygardagin verður kappingin, ið telur heilar 45 íðkarar. Tey vaksnu leggja fyri kl 09. Kl 12 verða tað gentur og dreingir í aldursbólkinum U15, og kl 15.00 kappast U18.
Sunnudagin og mánadagin fara øll á venjingarlegu, og venjingin verður fyriskipað av tveimum sera royndum fulltíðarvenjarum úr Japan.
Andrias Sumberg, ið hevur ábyrgd av dómarapartinum á judokappingunum á Betri Oyggjaleikum, fegnast um hesa trýstroyndina.
- Endamálið við hesum vikuskiftinum er at læra frá teimum royndu, so vit sjálvi kunnu standa fyri kappingini á Oyggjaleikum. Longu undir fyrireikingunum hava vit rent okkum í í ymsar spurningar, sum vit ikki høvdu hugsað um. Sumt koyrir væl, men sumt mugu vit vera obs uppá komandi summar. So eg kann longu nú siga, at hetta hevur verið sera læruríkt, sigur Andrias Sumberg.
Altjóða kappingin verður stroymd beinleiðis, og til ber at fylga við á Facebooksíðuni hjá Judo Føroyum.