info
Ongi úrslit

Sum meginregla ikki loyvt at brúka fartelefon í skúlanum

Barna- og útbúgvingarmálaráðið sendi herfyri uppskot um at gera broyting í kunngerðini um skilhaldsreglur í skúlatíðini. Føroya Lærarafelag tekur undir við, at tað verður sett í kunngerð, at næmingar sum meginregla ikki nýta fartelefon í skúlanum.

Dagfinn Olsen
6. juni 2024 kl. 21:36

- Samskiftið millum næmingar og millum næmingin og læraran er grundleggjandi broytt við talgildu samskiftispallunum, og virðiligt samskifti er grundleggjandi í einum góðum skúladegi. Við nýggju og broyttu møguleikunum at samskifta, bæði við tey, sum eru hjástødd, og á netinum, er tað enn meira týðandi, at næmingarnir hava í huga, at tey eiga at samskifta virðiliga. Við hesum í huga er tíðin komin, at virðiligt samskifti eisini verður sett í kunngerðina um at fremja gott skil við næmingar í skúlatíðini, sigur Lærarafelagið í hoyringarskrivinum.

Men hvussu strong skal kunngerðin vera? Lærarafelagið mælir til at broyta eina orðing í uppskotinum, soleiðis at tað kemur at standa: Næmingar skulu sum meginreglu ikki nýta fartelefon í skúlatíðini. Undantøk eiga at vera í sambandi serligar umstøður hjá næminginum og undirvísingarstøður, har lærarin metir, at fartelefon er hent. Um næmingurin hevur serligan tørv, ið ger, at næmingurin hevur tørv á telefonini í skúlatíðini, so eigur næmingurin at hava rætt til at nýta fartelefonina í skúlatíðini. Felagið mælir til orðingina “í sambandi við serligar umstøður hjá næminginum” heldur enn “í sambandi við sjúku”. Tað eru eisini aðrar umstøður enn sjúka, ið gera, at næmingurin eigur at hava rætt til at nýta fartelefonina í skúlatíðini. Sum dømi kann støðan hjá einstøkum næmingum vera tann, at næmingurin er so ótryggur í eitt tíðarskeið, at fartelefonin er einasti uggin ella trygga sambandi við heimið, sum ger, at næmingurin megnar at koma í skúla.

Hetta skrivar Skúlablaðið á netinum, skulabladid.fo.

Tað kunnu vera undirvísingarstøður, har fartelefonina er hent og góð, og tað eigur kunngerðin at leggja upp fyri, heldur Lærarafelagið.

- Tá lærarin metir, at fartelefonin er hent í undirvísingini, so er tað mangan frá eini undirvísingarstøðu til aðra, at metingin best verður gjørd. Sum dømi kann lærarin í undirvísingarstøðuni gera av, um næmingarnir skulu nýta Sprotan á fartelefonini, um flokkurin skal fara út at taka myndir av blómum ella fuglum við fartelefonini, tí nú skínur sólin, og veður er at fara í fjøruna, ella tí at næmingarnir skulu nýta eina app á fartelefonini til undirvísingina. Vit mæla til, at einstaki lærarin eigur frælsi at gera metingina, nær fartelefonin er hent í undirvísingini, tí at tað er lærarin, sum best kennir undirvísingina og sínar næmingar. Tí er tað eisini lærarin, sum hevur bestu førleikarnar og umstøðurnar at taka røttu avgerðina, um fartelefonin nú er hent í  undirvísingarstøðuni.

Í uppskotinum, sum er sent til hoyringar, stendur, at skúlaleiðarin veitir skúlastýrinum ráð í arbeiðinum at gera reglur. Lærarafelagið heldur, at námsfrøðiliga ráðið eigur at verða skoytt uppí, soleiðis at tað fer at standa, at skúlaleiðarin og námsfrøðiliga ráðið veita skúlastýrinum ráð í arbeiðinum at gera reglur, og at næmingaráðið skal hava uppskotið til reglur til ummælis.

- Vit taka undir við, at tað er ásett, at skúlaleiðarin veitir skúlastýrinum ráð í arbeiðinum at gera reglur. Vit mæla eisini til, at tað verður ásett í kunngerðini, at námsfrøðiliga ráðið gevur skúlastýrinum ráð í arbeiðinum at gera reglur. Námsfrøðiliga ráðið, sum eru lærararnir í skúlanum, hava bæði fakliga førleikan og kenna umstøðurnar í skúlanum til at geva bestu ráðini, ið hóska til einstaka skúlan. Tað er eisini so, at um lærararnir í skúlanum eru við í arbeiðinum at gera reglur fyri skúlan og kenna seg aftur í reglunum, so eru bestu umstøðurnar fyri, at reglurnar koma at tæna sínum endamáli, skrivar www.skulabladid.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

22 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

5 tímar síðan
Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

5 tímar síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

6 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

7 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

7 tímar síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

8 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

8 tímar síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

8 tímar síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

9 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

9 tímar síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

9 tímar síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

10 tímar síðan