Landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í TSV St. Otmar St. Gallen spældu ígjár dyst á heimavølli móti Kadetten Schaffhausen í bestu sveisisku hondbóltsdeildini.
Favorittarnir úr Schaffhausen vunnu dystin 31-25 aftaná 14-10 leiðslu í steðginum.
Andreas Björkman vardi málið hjá St. Gallen størsta partin av dystinum. Sasja hevði eina bjarging av fýra málroyndum.
St. Gallen hevur seks stig fyri sjey dystir, og er nummar átta í deildini.
Komandi leygardag klokkan 17 hevur St. Gallen dyst á útivølli móti Wacker Thun.