info
Ongi úrslit

Týski fótbóltskeisarin er deyður

Familjan hjá Franz Beckenbauer boðar í dag frá, at fyrrverandi spælarin og venjarin er deyður 78 ára gamal

Tróndur Arge
8. januar 2024 kl. 17:06

Franz Beckenbauer er deyður 78 ára gamal. Tað boðar familjan frá í dag. Hann verður mettur sum ein av mætastu fótbóltsspælarunum nakrantíð. Hann er ein legenda í Týslandi, har hann hevur vunnið HM sum bæði spælari og venjari.

Týski verjuspælarin vann fimm týsk meistaraheiti. Fýra av teimum við Bayern München, har hann spældi 582 dystir, og eitt við Hamburger SV. Hann vann eisini European Cup tríggjar ferðir. Í 1974, 1975 og 1976. Tað bleiv til 103 landsydstir og 14 mál á týska landsliðnum sum spælari. Hann vann EM í 1972 og HM í 1974. Hartil vann verjuspælarin Ballon d’Or í bæði 1972 og 1976.

Tey flestu munnu seta Franz Beckenbauer í samband við ”libero” leiklutin á vøllin. Í dag er einki óvanligt, at síggja ein verjuspælara við góðum bóltførleika flyta seg fram á miðjuna og stýra spælinum. Franz Beckenbauer verður ognskrivaður at hava uppfunnið leiklutin.

Seinni bleiv hann eisini týskur landsliðsvenjari og vann HM í 1990. Bara tríggir mans hava megnað at vunnið HM sum spælarar og venjarar. Mario Zagallo (Brasil), sum doyði fyri kortum, Didier Deschamps (Frakland) og Franz Beckenbauer.

Myndin er ikki tøk

Franz Beckenbauer bleiv seinni venjari, síðani forseti og heiðurslimur í Bayern München. Hann bleiv bara kallður fyri ”Der Kaiser”, Keisarin.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Andrias ætlar at enda ovarlaga í Nations League bólkinum

9 minuttir síðan
Bráðtíðindi Bráðtíðindi Bráðtíðindi Bráðtíðindi Bráðtíðindi Bráðtíðindi
Tíðindi

Mikkjal Thomas­sen er nýggj­ur HB-venjari

23 minuttir síðan
Tíðindi

Listapýði í Posthúskjallaranum

26 minuttir síðan
Tíðindi

Vil kanna hvussu skatturin rakar tey við lágum inntøkum

39 minuttir síðan
Tíðindi

Hetta merk­ir nýggja Grøn­lands­av­talan

1 tími síðan
Hondbóltur

Teis sendi Paula og Jákup úr steypakappingini - GOG tapti í Sønderborg

1 tími síðan
Lesarabrøv

Føroyar mugu ikki elta Europa

1 tími síðan
Tíðindi

Maria vann tvær filmsvirðislønir sama dag

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit vilja stað­festa sjálvs­av­gerð­ar­rætt­ okkara

1 tími síðan
Tíðindi

Maria hevur vunn­ið pitch­virð­i­sløn - og kann vinna meira

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Stór venjing á flogvøllinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Illveður við Ísland avlýsir tríggjar vitjanir í Havn

2 tímar síðan