info
Ongi úrslit

U16-kvinnurnar vunnu greiðan sigur á Íslandi

Sigrið Hansdóttir skoraði heili 15 mál fyri Føroyar

Heri Simonsen
13. juni 2026 kl. 23:15

HSF skrivar:

- Føroysku U16-kvinnur spældu ein góðan vinardyst móti Íslandi í dag. Eftir nakað av spenningi um miðjan seinna hálvleik, vunnu Føroyar greitt tá tað kom til stykkis, 33-27, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 18-14 í hálvleikinum. Sigrið Hansdóttir var stóri leikarin í dystinum við heili 15 málum.

Føroyar spældu ein fínan fyrra hálvleik, og vóru á odda so at siga allan hálvleikin. Sigrið Hansdóttir var, sum væntað, berandi í føroyska álopinum, og vísti hon sínar dygdir frá byrjan og gjørdi fyrstu 5 málini hjá Føroyum. Hon gjørdi heili 8 mál í teir góðu 15 minuttirnar, hon var inni í fyrra hálvleiki. Munurin var bert eitt mál, 7-6 til Føroyar, eftir 15 minuttir, men vístu okkara eisini breidd og øktu um leiðsluna fram til hálvleiks. Álopsspælið var tolið, væl sett upp og komu okkara til góðar málmøguleikar í flestu álopunum. Hálvleiksstøðan var 18 – 14 til Føroyar.

Føroyar skiftu til 5-1 verju í seinna hálvleiki, men hepnaðist tað ikki so væl. Rúmini blivu ov stór á bakkunum, har okkara ikki megnaðu at halda støðunum ein móti einari. Ísland minkaði um munin, og um miðjan hálvleik var bert eitt mál á muni og føroysku venjararnir máttu taka leikbrá. Ov nógvar villur og brend skot vóru hesa løtuna. Okkara strammaðu tó í aftur seinastu 10 minuttirnar og øktu aftur um leiðsluna til endaliga úrslitið 33-27.

Dystirnir hetta vikuskiftið eru liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður leikt í Føroyum, Við Tjarnir, dagarnar 27. – 29. november. Føroyar eru í bólki saman við Íslandi, Turkalandi og Ísrael.

Seinni vinardysturin millum Ísland og Føroyar verður í morgin kl. 14.30, føroyska tíð. Dysturin kann stroymast her: Spiideo Play

Málskjúttar hjá Føroyum:
Sigrið Hansdóttir 15
Fía Nolsøe 5
Olivia Kristiansen 4
Aibritt á Plógv 2
Hanna Thomsen 2
Andrea Heinadóttir 2
Gyða Beata Djónadóttir 1
Poulina á Heygum 1
Súnfríða Zachariasen 1

Skrivar HSF.

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

5 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

KÍ skal hava nýggjan venjara

9. oktober kl. 12:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

3 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

4 tímar síðan
Hondbóltur

Nykøbing Falster tapti í heimadysti í Champions League

4 tímar síðan
Tíðindi

Teir veturgomlu vigaðu millum 110 og 114 pund

5 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus tapti annan dystin á rað

5 tímar síðan
Tíðindi

Grøn orka loysir seg

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF javnaði til 1-1 í yvirtíðini

5 tímar síðan
Tíðindi

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

5 tímar síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

6 tímar síðan
Tíðindi

Tarira kemur heim við trimum virðislønum

6 tímar síðan
Tíðindi

Trump lýs­ir orku­vápna­hvíld – Russ­land held­ur fram við álopum

7 tímar síðan
Fótbóltur

Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði

7 tímar síðan