Í minsta lagi níggju herfólk lótu lív undir einari hernaðarvenjing í Kasakstan í dag.
Tað sigur verjumálaráðið í landinum.
Herfólkini vóru partur av einari deild, sum hevði venjingar fram við strondini við Kaspiska Havið.
- Knappliga broyttist veðrið, og í minsta lagi 19 herfólk endaðu í havinum.
Higartil eru níggju herfólk staðfest deyð, veit verjumálaráðið í Kasakstan at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at neyðhjálpararbeiðið er í gongd í økinum.