info
Ongi úrslit
© Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix
Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, fekk eitt stutt prát við Donald Trump eftir undirskrivingina av nýggju trygdar- og verjuavtaluni. Savnsmynd.

Løkke: USA skal sjálvt gjalda fyri herstøðir í Grønlandi

Donald Trump hevur sagt, at nýggja avtalan ikki fer at kosta USA nakað. Men amerikanarar skulu sjálvir fíggja byggingina av nýggjum herstøðum, staðfestir danski uttanríkisráðharrin.

Eirikur Lindenskov
24. september 2026 kl. 12:50

USA skal sjálvt gjalda, tá landið byggir nýggjar herstøðir í Grønlandi sambært nýggju trygdar- og verjuavtaluni millum USA, Danmark og Grønland.

Tað staðfestir Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, í samrøðu við Ritzau.

– Í tann mun amerikanararnir skulu byggja amerikanskar herstøðir í Grønlandi, er tað sjálvandi nakað, sum amerikanararnir fíggja, sigur hann.

Samstundis leggur Løkke dent á, at sjálv avtalan ikki fevnir um fígging.

Tá amerikanski forsetin, Donald Trump, fríggjadagin sum tann fyrsti boðaði frá, at ein avtala var á veg, segði hann annars, at hon ikki fór at hava útreiðslur við sær fyri USA.

– Tað verða eingir kostnaðir fyri USA, skrivaði Trump á Truth Social. Orðini »no cost« vóru skrivað við stórum bókstavum.

Spurdur, hví Trump sigur, at avtalan ikki kostar eina krónu, svarar Løkke:

– Tað mást tú spyrja hann um.

Skulu ikki gjalda grundarleigu

Amerikanararnir skulu tó ikki gjalda fyri at leiga lendið, greiðir uttanríkisráðharrin frá.

Hann vísir eisini á, at nærri treytirnar fyri teimum báðum nýggju herstøðunum enn skulu avtalast. At fyrilit skulu takast fyri umhvørvinum og grønlendskum lívshátti og mentan, er eisini partur av avtaluni.

– Hetta eru týðandi viðurskifti, sum styrkja støðuna hjá Grønlandi samanborið við avtaluna frá 1951, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Hann staðfestir, at USA eisini sjálvt rindar fyri ábøtur á Pituffik Space Base, sum í dag er einasta amerikanska herstøðin í Grønlandi.

– Tað er jú heilt sjálvsagt, sigur hann.

Pituffik Space Base æt áður Thule-herstøðin. Umleið 150 amerikansk herfólk eru útstøðað har.

Sambært nýggju trygdar- og verjuavtaluni hevur USA fingið loyvi at stovna nýggjar herstøðir í Narsarsuaq og Mestersvig.

Danska uttanríkisráðið váttar í einum skrivligum svari til Ritzau, at avtalan millum tey trý londini ikki snýr seg um fígging.

/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kreml hevur ikki tikið støðu til innbjóðing úr USA

7 minuttir síðan
Myndasøvn

Tingfundur 24.09.26

53 minuttir síðan
Tíðindi

Barba aftur til HM – lyftir fríggjamorgunin

58 minuttir síðan
Tíðindi

Níggju herfólk lótu lív undir venjing í Kasakstan

1 tími síðan
Tíðindi

Bjarni spyr løgmann um Merkið á donskum herbúnum

1 tími síðan
Tíðindi

Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

1 tími síðan
Tíðindi

Yvir 750 danskir fjepparar við ferju til Oslo

2 tímar síðan
Tíðindi

ILA staðfest hjá Salmar í Årnes

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjóðar øllum sínum borgarum ókeypis til tiltak í Sandoynni

3 tímar síðan
Tíðindi

Donald Trump tók ímóti Xi Jinping á flogvøllinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond vilja standa sterkari saman í kreppum

4 tímar síðan
Tíðindi

Súrgað Mjólk skiftir ham – og navn.

4 tímar síðan