Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hevur sagt, at USA hevur bjóðað russiska forsetanum, Vladimir Putin, til komandi G20-fundin, sum verður hildin í Miami.
- Fyri at loysa trupulleikar, er neyðugt at hitta tey fólk, tú ert ósamdur við - ella tey fólk, tú hevur trupulleikar við. Tí hava vit bjóðað russiska forsetanum til G20.
Marco Rubio heldur, at møguleikar eru fyri, at Vladimir Putin kemur í prát - ikki bara við Donald Trump - men eisini við aðrar heimsleiðarar, um hann kemur til USA.
- Vit vóna, at hetta er ein innbjóðing, sum hann sigur ja til, hevur amerikanski uttanríkisráðharrin sagt, eitt nú við tíðindastovuna, AFP.
Men, í dag siga tey í Kreml, at eingin avgerð enn er tikin um toppfund millum Vladimir Putin og Donald Trump.
Myndugleikarnir í Russlandi siga seg takka fyri innbjóðingina úr USA til G20-fundin, men eingin støða er tikin.
Tað er Kreml-talsmaðurin, Dimitrij Peskov, sum í dag hevur úttalað seg um innbjóðingina úr USA - og um útlitini fyri einum toppfundi millum forsetarnar í Russlandi og USA.
- Vit fegnast um innbjóðingina og fara at taka støðu til hana, segði Dimitrij Peskov í dag.
Um kríggið í Ukraina, legði Kreml-talsmaðurin aftrat, at Russland ynskir eina varandi friðaravtalu - og ikki eina fyribils vápnahvíld.