info
Ongi úrslit

Barba aftur til HM – lyftir fríggjamorgunin

Í hesum døgum verður HM Masters í olympiskari vektlyfting hildið í Athen. Kappingin byrjaði 17. september og heldur fram til 26. september.

Eirikur Lindenskov
24. september 2026 kl. 12:31

Føroyar hava eitt umboð við til kappingina, tað er Barba Jansdóttir sum luttekur í sínum aðru HM kapping higartil.

Fríggjadagin er Barba aftur á heimsmeistarapallinum, tá hon skal kappast í -61 kg vektflokkinum í K35.

Í fjør luttók Barba í HM í Las Vegas, har hon stóð seg væl og gjørdist nummar 7 í heiminum í sínum aldurs- og vektbólki. Hon endaði tá við 63 kg í trekk, 83 kg í stoyt og sostatt 146 kg í tveykampinum.

Í ár er bólkurin stórur. Heili 32 kvinnur eru við í -61 kg vektflokkinum í K35, sum er mastersbólkurin fyri kvinnur, ið fylla millum 35 og 39 ár í ár.

Barba er tilmeldað við 150 kg í tveykampi, sum er 10. hægsta tilmelding av teimum 32 lyftarunum. Tí verður væntað, at hon kemur at lyfta í A-bólkinum, ella í B-bólkinum sum ein av teimun sterkastu har.

Vónirnar eru um eina top-10 plasering í ár og harvið enn eitt gott føroyskt úrslit á heimsmeistarastigi.

Barba lyftir fríggjadagin 25. september kl. 07:00 føroyska tíð.

Kappingin verður stroymd beinleiðis á YouTube, so til ber at fylgja Barbu heimanífrá.

Livestream: https://www.youtube.com/@hellenicmastersweightlifting/streams

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løkke: USA skal sjálvt gjalda fyri herstøðir í Grønlandi

31 minuttir síðan
Myndasøvn

Tingfundur 24.09.26

45 minuttir síðan
Tíðindi

Níggju herfólk lótu lív undir venjing í Kasakstan

58 minuttir síðan
Tíðindi

Bjarni spyr løgmann um Merkið á donskum herbúnum

1 tími síðan
Tíðindi

Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

1 tími síðan
Tíðindi

Yvir 750 danskir fjepparar við ferju til Oslo

2 tímar síðan
Tíðindi

ILA staðfest hjá Salmar í Årnes

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjóðar øllum sínum borgarum ókeypis til tiltak í Sandoynni

3 tímar síðan
Tíðindi

Donald Trump tók ímóti Xi Jinping á flogvøllinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond vilja standa sterkari saman í kreppum

4 tímar síðan
Tíðindi

Súrgað Mjólk skiftir ham – og navn.

4 tímar síðan
Tíðindi

Høiby fær nýggjar verjar – vilja leggja nýggj prógv fram

4 tímar síðan