Mattias Hellisdal og liðfelagarnir í Västerås SK spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan.
Frammanfyri 16.213 áskoðarum á søguríka leikvøllinum Gamla Ullevi mátti Västerås lúta 0-1 fyri gamla stórliðnum, IFK Göteborg, ið tó ikki hevur gjørt so nógvar skreytir í hesari øldini.
Heimaliðið legði seg á odda longu í níggjunda minutti, og í yvirtíðini loyvdu teir sær enntá at brenna eitt brotsspark.
Mattias var á vøllinum í 66 minuttir. Bæði Soccerstand og Sofascore geva Mattiasi fyri leikliga avrikið karakterin: 6,4 (av 10 møguligum).
Västerås er nummar seks í deildini við 35 stigum. Teir eru seks stig frá Djurgården, ið er á triðja plássinum sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi summar.
Í morgin klokkan 16.30 tekur liðið hjá Áka D. Samuelsen og Martini Agnarssyni, Mjällby móti Degerfors á Strandvallen í Hällevik. Við sigri kann Mjällby fáa frástøðu til botnliðini.