Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Keypmannahavn eru fjórðfremst í bestu donsku hondbóltsdeildini við átta stigum fyri seks dystir.
Í kvøld tapti Keypmannahavn á heimavølli greitt 22-30 fyri Ikast. Í steðginum var Ikast bert á odda við einum máli, 12-11, men í seinna hálvleiki var liðið úr Jútlandi greitt omaná.
Maria skoraði trý mál upp á sjey málroyndir. Hon legði eisini upp til trý mál og vann liðnum eitt brotskast.
Keypmannahavn er fýra stig aftanfyri oddaliðið, Team Esbjerg, og tvey stig aftanfyri Odense og Ikast.
Leygardagin 17. oktober klokkan 13 verður føroyingauppgerð. Tá taka Rakul Wardum og liðfelagarnir í Skanderborg móti Keypmannahavn á heimavølli.