info
Ongi úrslit

Grønland kann avtaka summartíð longu næsta ár

Grønland kann longu frá 1. januar 2027 gevast við at skifta millum summar- og vetrartíð.

Eirikur Lindenskov
9. oktober 2026 kl. 21:55

Lógarnevndin í grønlendska landstinginum, Inatsisartut, mælir nú til, at summartíð verður avtikin frá næsta ári. Samstundis mælir ein meiriluti í nevndini til, at vanliga tíðarøkið í Grønlandi verður flutt aftur frá UTC-2 til UTC-3 í 2028.

Verður uppskotið samtykt, merkir tað, at urini í Grønlandi ikki skulu setast ein tíma fram á vári 2027. Tá verður tíðarmunurin til Danmark og Vesturevropa fýra tímar um summarið, meðan hann verður tríggjar tímar um veturin.

Frá 2028 kann munurin gerast enn størri. Tá er ætlanin at flyta vanliga tíðarøkið aftur til UTC-3. Um Evropa framvegis hevur summartíð, verður Grønland tá fimm tímar aftanfyri Danmark og Vesturevropa um summarið og fýra tímar aftanfyri um veturin.

Broyttu klokkuna í 2023

Størsti parturin av Grønlandi fór í oktober 2023 úr UTC-3 í UTC-2. Ittoqqortoormiit fylgdi eftir í 2024. Broytingin hevur síðani verið nógv umrødd og hevur býtt bæði borgarar og vinnulív.

Millum atfinningarnar hevur verið, at sólin kemur seinni upp um morgunin, og at tað serliga kann merkjast hjá børnum og familjum í vetrarhálvuni. Hinvegin hava millum onnur Air Greenland og fólk innan vetrarítrótt víst á fyrimunir við longri ljósi seinnapartin og minni tíðarmuni til Danmark.

Grønland hevur tó ikki bara eitt tíðarøki. Størsti parturin av landinum er í UTC-2, Pituffik Space Base er í UTC-4, og veðurstøðin í Danmarkshavn er í UTC+0.

Endalig avgerð ikki tikin

Málið skal til aðru viðgerð í Inatsisartut 13. oktober og eftir ætlan til triðju og endaligu viðgerð 21. oktober. Tað er tí enn ikki endaliga avgjørt, at summartíðin verður avtikin ella at tíðarøkið verður flutt aftur.

Broytingin kann eisini fáa praktiskan týdning fyri føroyingar, sum arbeiða, ferðast ella hava vinnuligt samband við Grønland. Størri og skiftandi tíðarmunur kann ávirka flogferðslu, fundartíðir og dagligt samstarv millum londini í Útnorðri.

Kelda: Sermitsiaq

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Teis mátti lúta fyri sínum gomlu liðfeløgum

17 minuttir síðan
Tíðindi

SMS: Neistin vann á StÍF

1 tími síðan
Ítróttur

Stórt altjóða judovikuskifti í Havn

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann stórsigur á Ferizaj

1 tími síðan
Tíðindi

Vance fer ikki at hyggja um av­rætt­ing verð­ur send bein­leiðis

2 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta bjargaði 45 prosent av málroyndunum tá Skuru tryggjaði sær fyrsta sigurin

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Pætur tryggjaði StÍF javnleik í seinasta sekundinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Pápi krevur svar eftir deyðiligan harðskap – Mette Frederiksen játtar fund

4 tímar síðan
Fótbóltur

Kára og Sara skutu fyrstu málini fyri A-landsliðið

4 tímar síðan
Tíðindi

USA setir revsitiltøk í verk móti Altjóða revsidómstólinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

6 tímar síðan
Tíðindi

Einar's Distillery spílar seg út til heystið

6 tímar síðan