Tað sigur hann sambært Reuters.
– Eg veit ikki, um tað veruliga fer at henda. Men um avrættingin verður livestreamað, fari eg ikki at hyggja, sigur Vance.
56 ára gamli Nidal Hasan varð í 2013 dømdur til deyða fyri hópdrápið á herstøðini Fort Hood í Texas 5. november 2009.
Hasan, sum tá var majorur og sálarfrøðingur í amerikanska herinum, skeyt eftir fólki á herstøðini og drap 13 fólk.
Hann segði seinni, at hann framdi álopið fyri at verja Taliban í Afghanistan móti amerikonskum álopum.
Donald Trump forseti hevur góðkent, at deyðadómurin verður framdur við skjóting á Fort Hood, har brotsverkið varð framt.
Trump hevur tó ikki sjálvur viðmerkt ætlanina um at senda avrættingina beinleiðis.
Tað var amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, sum hósdagin boðaði frá ætlanini um eina livestreamaða avrætting.