info
Ongi úrslit
Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, hevur játtað at hitta pápa 32 ára gamla svenska mannin, sum doyði eftir at hann var fyri harðskapi til fótbóltstiltak í Keypmannahavn í summar. Pápin krevur svar uppá hví maðurin, ið framdi harðskapin, bara fekk eitt ára fongsul

Pápi krevur svar eftir deyðiligan harðskap – Mette Frederiksen játtar fund

Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, hevur játtað at hitta pápa 32 ára gamla svenska mannin, sum doyði tríggjar dagar eftir, at hann varð fyri harðskapi undir fótbóltstiltaki á Islands Brygge í Keypmannahavn í summar.

Eirikur Lindenskov
9. oktober 2026 kl. 18:29

Tað váttar forsætisráðið fyri fleiri donskum miðlum.

Pápin skrivaði hósdagin eitt longri innlegg á Facebook, har hann krevur eina frágreiðing um, hví maðurin, sum varð dømdur fyri harðskapin, fekk eitt ára fongsulsrevsing og bann móti at fara í náttarlívið í eitt ár.

Pápin nevnir hendingina eitt morð.

Maðurin, sum varð dømdur, var ákærdur eftir vanligu harðskaparregluni og játtaði seg sekan.

Tá dómurin varð sagdur mikudagin, segði rættarformaðurin, at rætturin hevði lagt dent á bæði slagið av lógarbrotinum og umstøðurnar kring harðskapin.

Hendingin fór fram 30. juni klokkan 20.45. Dømdi maðurin fór upp á ein bonk og kastaði við kraft tvær øldósir móti einum bólki av fólki. Millum teirra var 32 ára gamli sviin.

Beint eftir kastaði maðurin seg yvir hann og sló hann hart vinstrumegin í høvdið ella nakkan.

Slagið elvdi millum annað til, at ein høvuðsæðr brast, og maðurin doyði tríggjar dagar seinni.

32 ára gamli maðurin arbeiddi hjá svensku løgregluni. Hann læt eftir seg foreldur, systkin, konu og tvær døtur.

Familjan vil hava eina frágreiðing

Pápin heldur, at dómurin er ov mildur, og hann vil nú hava forsætisráðfrúnna at greiða familjuni frá, hvussu slík revsing kann verða úrslitið, tá ein maður doyr av harðskapinum.

Mette Frederiksen hevur nú játtað at hitta hann.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Burn: Pætur tryggjaði StÍF javnleik í seinasta sekundinum

5 minuttir síðan
Fótbóltur

Kára og Sara skutu fyrstu málini fyri A-landsliðið

2 tímar síðan
Tíðindi

USA setir revsitiltøk í verk móti Altjóða revsidómstólinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

3 tímar síðan
Tíðindi

Einar's Distillery spílar seg út til heystið

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Rotin politikkur – ella eru vit veljarar sjálvir ein partur av trupulleikanum?

3 tímar síðan
Tíðindi

Ritsalong í Gallarí Havnará - »Heystið og æviga ringrásin«

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil banna børnum at keypa orkudrykkir

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Tað skal loysa seg at hava samband við arbeiðsmarknaðin!

3 tímar síðan
Tíðindi

Felags lønar­karm­ur­in verð­ur 3,86 prosent

4 tímar síðan
Tíðindi

Sleppa ikki við bussi til morgunflogið

5 tímar síðan