Gylta Djurhuus á Neystabø er ikki úttikin til venjingardystirnar móti Eysturríki seinni í hesum mánaðinum, men í kvøld sendi hon tað tey kalla eitt: "statement" til landsliðsvenjararnar.
Gylta bjargaði í kvøld 13 av 29 málroyndum, tá lið hennara, Skuru tryggjaði sær fyrsta sigurin í bestu svensku hondbóltsdeildini í kvøld.
Skuru vann á útivølli stórsigur 29-18 á Önnered. Í steðginum var Skuru á odda 15-10.
Gylta stóð somikið væl, at kappingarneytin, Anna Sofia Lauridsen slapp slettis ikki framat málinum í kvøld.
Skuru hevur tvey stig fyri tveir dystir.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 hevur Skuru dyst á heimavølli móti H65 Höör.