info
Ongi úrslit

VIDEO: 80 ár síðani Ísland gjørdist lýðveldið 17. juni í 1944

(Video) Síggj og hoyr filmsbrot og ljóðbrot frá 17. juni í 1944

Heri Simonsen
17. juni 2024 kl. 12:35

Í dag hátíðarhalda íslendingar, at 80 ár eru liðin síðani landið gjørdist lýðveldið.

20. mai í 1944 var fólkaatkvøða, har nærum 99 prosent av íslendsku veljarunum tóku lut. 97 prosent av íslendsku veljarunum tóku undir við at skipa Ísland sum lýðveldið.

35.000 fólk komu saman á Þingvellum 17. juni í 1944 at hátíðarhalda lýðveldið. Dagin eftir var stórt hátíðarhald í Reykjavík.

Ísland var í personalunión við Danmark frá 1. desember 1918 til 17. juni í 1944. Ísland gjørdist í 1918 ein suverenur statur, men deildi kongshús, uttanríkismál og sendistovur við Danmark. Ísland hevði heimastýrið (heimastjórn) millum 1904 og 1918. 

Sveinn Björnsson (1881-1952) var fyrsti forseti Íslands, árini 1944-1952. 

HER ber til at síggja og hoyra forkunnug filmsbrot og ljóðbrot frá fólkaatkvøðuni 20. mai í 1944, og frá hátíðarhaldunum 17. og 18. juni í 1944. Fyri tey sum ikki skilja so væl íslendskt ber til at trýsta á "CC". Við at trýsta á "CC" síggjast enskir undirtekstir til frásøgnina í filminum.

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Jákup B fegnast um at vera við landsliðnum aftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Framgongd er tengd at hvussu USA tosar við Russland

4 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen vann triðja dystin á rað

4 tímar síðan
Tíðindi

Demokratar vinna senat­ssess í Missi­s­sippi fyri fyrstu ferð í 44 ár

4 tímar síðan
Fótbóltur

Marjus Nón flytur aftur til Skála

5 tímar síðan
Hondbóltur

Erling Erlendsson hevur gjørt sáttmála við HF Karlskrona

5 tímar síðan
Tíðindi

Russiskur diplomatur í USA doyði brádliga í Moskva

5 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: VÍF vann stórsigur á eykaliðnum hjá Kyndli

6 tímar síðan
Tíðindi

Nær fáa røktarheimini fastan lækna?

6 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria tapti

6 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu seg víðari í steypakappingini

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Oyndarfjarðar­tunn­il­in - og for­bann­ils­ið av fjalla­vegum

7 tímar síðan