Heilsustýrið gjørdi seinasta heyst eina kanning, “Hvussu hevur tú tað?” Henda kanningin vísti, at føroyingar roykja nógv meira enn aðrir norðurlendingar.
Í løglistanum hjá landsstýrinum verður sagt, at aðalmálið við at dagføra lóggávuna um royking og at skipa fyri átøkum á økinum er at tryggja øllum rættin at liva og virka í roykfríum umhvørvi og at víðka rásarúmið hjá teimum, sum ikki roykja.
Tað verður serliga hugsað um børnini og tey ungu. Endamálið er at betra fólkaheilsuna við at minka heilsuskaðar og andlát vegna royking og at minka nikotinnýtsluna.
Arbeiðið við at dagføra lóggávuna tekur støði í galdandi roykilóg, tubbakssáttmálanum hjá WHO og tubbaksdirektivinum hjá ES.
Arbeitt verður eisini við at skipa fyribyrgjandi tiltøk, so fólk ikki fara at roykja. Málið er, at árgangirnir hjá teimum sum eru fødd eftir 2010 eru roykfríir og ikki nýta aðrar tubbaks- ella nikotinvørur.
Harumframt verður eisini arbeitt við tilboðum um stuðul at leggja av til tey, ið vilja gevast at roykja ella brúka aðrar nikotin- og tubbaksvørur.
Lógaruppskotið verður eftir ætlan lagt fyri Løgtingið í hesari tingsetuni.
14 ára gomul og yngri sleppa ongantíð at roykja 14 ára gomul og yngri sleppa ongantíð at roykja
Roykilógin skal dagførast og átøk at minka tubbak- og nikotinnýtsluna setast í verk
Eirikur Lindenskov
31. juli 2024 kl. 17:55
Mest lisið hesa vikuna
Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog
14. september kl. 07:59
Leitaði eftir einum analfabeti hjá Búskaparráðnum
17. september kl. 20:47
Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm
17. september kl. 23:31
14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík
Í gjár kl. 19:15
Hesi eiga Varðan – og hesi sita nú við borðendan
Í gjár kl. 12:21
Garasjan hjá Georg verður tikin niður
15. september kl. 11:45
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Amerikanskar herstøðir kunnu gerast nýggj búskaparlig súla í Grønlandi
11 minuttir síðan
Tíðindi
Skal loysingin vinna, má fólkið við
37 minuttir síðan
Tíðindi
Fekk bót fyri at vísa longutong móti løgregluni
55 minuttir síðan
Tíðindi
Føroysku røturnar fylgdu Mortani til Zimbabwe
1 tími síðan
Tíðindi
Børn við gikt og familjur teirra hittast í Miðvági
2 tímar síðan
Tíðindi
Baðilandið í Páls Høll stongt – hol kom á tanga í tøknirúminum
2 tímar síðan
Tíðindi
Tvey fólk deyð í dronuálopi á valdegi í Russlandi
3 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: Bjartalíð legði upp til mál í javnleiki hjá FC Kyzylzhar
3 tímar síðan
Hondbóltur
Agatha og Joan hava enn fyrsta stigið til góðar í Íslandi
10 tímar síðan
Fótbóltur
Hanus og liðfelagarnir megnaðu javnleik móti oddaliðnum
10 tímar síðan
Tíðindi
Trump stovnar serliga AI-eind í USA
10 tímar síðan
Hondbóltur
Annar sigurin á rað hjá Ajax
11 tímar síðan