21 føroysk mál - Viking er á odda í uppflytingarbólkinum

Aftur í kvøld vóru føroysku spælararnir hjá Viking Stavanger sera eyðsýndir

Aftur í kvøld gjørdu føroysku landsliðsleikararnir í norskum hondbólti um seg.

 

Helgi H. Hoydal var toppskjútti við níggju málum og Jónas G. Djurhuus og Tróndur Mikkelsen skutu seks mál hvør tá Viking Stavanger vann 36-30 á Viking TIF á heimavølli í dysti í uppflytingarbólkinum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. 

 

Í steðginum var Viking á odda 19-15.

 

Viking Stavanger er oddalið í uppflytingarbólkinum við fýra stigum. Viking TIF hevur trý stig og Follo hevur tvey stig.

 

4. mai spælir Viking móti Follo á heimavøllli og 8. mai enda teir kappingini við útidysti móti Viking TIF. 

 

Liðið sum vinnur uppflytingarbólkin flytur upp í bestu norsku hondbóltsdeildina.