info
Ongi úrslit

Afturberingin til filmsframleiðslu skal økjast

Heðin Mortensen, valevni fyri Javnaðarflokkin
25. november 2022 kl. 14:26

Javnaðarflokkurin vil tryggja, at listin mennist. Vit ásanna, at fræls list stimbrar og vekir undran. Børn og ung skulu hava betri atgongd til mentan og list – bæði at skapa sjálvi og at vera brúkarar av tilboðum.

 

Hetta gera vit eitt nú við at styrkja skapandi lærugreinar í fólkaskúlanum, at framleiða meira tilfar á føroyskum máli til børn og ung, og at minka um bíðilistarnar til musikkskúlatilboð.

 

Í høvuðsstaðnum hava vit arbeitt miðvíst við hesum málum. Vit gera stórar íløgur í list, vit stuðla tónleikalívinum í býnum, vit reka Musikkskúlan, og vit seta nú eisini pening av sum stuðul til filmsgerð, umframt at vit stuðla Klippfisk.

 

Javnaðarflokkurin ynskir, at inntøkurnar frá MVG frá útlendskum stroymingstænastum skal í føroyska landskassan og markast til mentan og list. Í løtuni er talan um 13 mió. krónur árliga, sum fara í danska landskassan.

 

Afturberingin til filmsframleiðslu í Føroyum skal økjast munandi, so fleiri stórar filmsverkætlanir koma hendan vegin. Inntøkurnar koma fleirfaldað aftur gjøgnum forbrúk, marknaðarføring og ferðavinnu.

 

Vit fara at skjóta upp fyri løgtinginum, at so líðandi skal játtanin til filmsgrunnin økjast upp á 10 mió. kr. árliga.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

18 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

Í gjár kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

Í gjár kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. sepember kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

Í gjár kl. 07:37

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

David var trífaldur málskjútti

29 minuttir síðan
Hondbóltur

Kjartan Johansen vann á Rúnar Hammer

34 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Bjartalíð legði upp til mál í tapi á útivølli

1 tími síðan
Fótbóltur

Víkingarnir smokkaðu heilt saman

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Her er besta málið hjá Geza nakrantíð

1 tími síðan
Hondbóltur

Holstebro hevur bert megnað eitt stig í fýra teimum seinastu dystunum

2 tímar síðan
Tíðindi

Fimti hvør ungur kemur ikki aftur

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Undirtippaða Västerås bankaði AIK Stockholm á Strawberry Arena

2 tímar síðan
Tíðindi

Illgruni um sabotasju eftir tokvanlukku í Fraklandi

3 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona reyk úr steypakappingini aftaná brotskastskapping

3 tímar síðan
Tíðindi

"Grøni" maðurin fer at gera fleiri gøtur

3 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru hevur vunnið seg í hálvfinaluna í svensku steypakappingini

3 tímar síðan