info
Ongi úrslit

U19: Vóru á odda í steðginum - taptu 1-4 fyri Serbia

Føroyski málskjúttin fekk reyða kortið í seinna hálvleiki

Mynd: FSF
Heri Á. Simonsen
11. november 2026 kl. 18:05

Føroyska U19-landsliðið er í hesum døgum í Serbia fyri at spæla tríggjar EM-undankappingardystir í Ligu B.

Fyri løtuna síðani var dysturin móti vertstjóðini liðugur.

Í steðginum stóð sera væl til hjá føroyska liðnum. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki megnaði Dávid Reynheim at skjóta Føroyar framum 1-0.

Í seinna hálvleiki gekk illa í hond. Tá níggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaði Serbia til 1-1. Bert fýra minuttir seinni fekk føroyski málskjúttin, Dávid Reynheim reyða kortið, og so var mótbrekkan brøtt hjá føroyska liðnum. Tríggjar minuttir seinni var Serbia á sigurskós, og tá klokkan vísti 76 minuttir var støðan 4-1 til Serbia, ið gjørdist úrslitið av dystinum.

Føroyska liðið fær tó høvið at reisa seg aftur. Leygarmorgunin klokkan 10 spælir liðið annan dystin í undankappingini, ið verður móti Montenegro.

Montenegro vann í dag 7-2 á Aserbadjan. Í steðginum var Montenegro á odda 6-1.

Komandi týsdag klokkan 15 spæla Føroyar triðja og seinasta dystin í undankappingini, ið verður móti Aserbadjan.

Fyrstu 11 móti Serbia:

Tróndur Sjúrðarson

Silas Joensen

Dennis Anghel

Rasmus Helgason

Jógvan í Lon

Rósing Toyt

Sigurd Ulriksen

Djóni Sivertsen

Jógvan í Skála

Dávid Reynheim

Markus Klein Danielsen

Eyka:

Nóa Klein Joensen

Eyðtór Joensen

Jóel Tróndargjógv

Jákup Kristiansson Poulsen

John Ziska Joensen

Dánial Mørkøre

Ezra Lukama

Kelda: FSF

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

19 tímar síðan

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ógreitt um nýggj rokn­skapar­regla fer at fevna um ferjurnar

14 minuttir síðan
Fótbóltur

HB hevur keypt danskan miðverja

1 tími síðan
Fótbóltur

Petur Knudsen var besti leikarin í september og oktober

1 tími síðan
Tíðindi

Vegaábøtur til Oynd­ar­fjarð­ar og Hell­ur­nar mett­ar at kosta 69 milliónir

1 tími síðan
Tíðindi

Vampýrella í Fuglafirði og Klaksvík sunnudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Vegurin í Kaldbaksbotni opin aftur eftir ferðsluóhapp

2 tímar síðan
Tíðindi

Russiska bjørnin verður meira og meira aggressiv

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nú fer Fríði at spæla á Argjum

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj við persónligari heilsan til Bjørn Kallsoy

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

3 tímar síðan
Tíðindi

Tónlistaskúlin á konsertferð

3 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn fjórða hvørt ak­far er í eftir­sleipi­num hjá Ak­stovuni

4 tímar síðan