Sepp Blatter kallar FIFA-forsetan Gianni Infantino ein einaræðisharra í einari samrøðu við týska tíðarritið Der Spiegel. Hann sigur eisini, at Infantino kanska átti at verið innlagdur á eina psykiatriska deild, skrivar AFP sambært Ritzau.
Tann 90 ára gamli fyrrverandi FIFA-forsetin finst millum annað at ætlanunum hjá Infantino um at selja partar av rættindunum til HM.
– Infantino kennir eingi mørk longur. FIFA líður. Felagsskapurin verður í løtuni stýrdur av einum persóni, sum hevur latið seg blinda, sigur Blatter.
Blatter finst eisini at, at Infantino undan HM í summar handaði amerikanska forsetanum, Donald Trump, ein friðarheiður.
– Infantino handar einum manni ein friðarheiður, og stutt eftir fer sami maður í kríggj við Iran. Tað er jú ørskapur, sigur Blatter.
Stuðul úr Afrika og Asia
Hóast atfinningar frá fleiri síðum, millum annað frá evropeiska fótbóltssambandinum UEFA, sær Infantino út til at kunna fáa nóg nógvar atkvøður til at verða afturvaldur á forsetavalinum í mars 2027.
Afrikonsku londini hava lýst fullan stuðul til Infantino. Í oktober segði forsetin í asiatiska fótbóltssambandinum AFC, Salman bin Ibrahim Al Khalifa, at Infantino eisini hevur breiðan stuðul í Asia.
Blatter heldur, at Infantino tryggjar sær stuðul frá fótbóltssambondunum við at lova teimum størri útgjøld, um tey atkvøða fyri honum.
Blatter var FIFA-forseti frá 1998 til 2015, tá hann legði frá sær í kjalarvørrinum á skuldsetingum um mutur. Millum annað varð hann lagdur undir at hava roynt at keypa atkvøður fyri at tryggja sær forsetasessin. Hann varð seinni fríkendur í tveimum rættarmálum.
Ritzau