info
Ongi úrslit

Ógreitt um nýggj rokn­skapar­regla fer at fevna um ferjurnar

Fíggjarmálaráðið fer í 2027 at leggja meira orku í at endurskoða játtanar- og roknskaparskipanina hjá landinum. Enn er ógreitt, nær almennar íløgur kunnu verða avskrivaðar yvir fleiri ár, og um skipini hjá Strandferðsluni verða fevnd.

Eirikur Lindenskov
11. november 2026 kl. 18:15

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann. Bjarni Hammer spurdi, nær ætlanin í samgonguskjalinum um at avskriva íløgur í lætt umsetiligar ognir verður sett í verk, og um hon kann gera tað lættari hjá Strandferðsluni at fíggja, keypa og byggja nýggjar ferjur.

Sambært svarinum er ov tíðliga at siga, hvørjar ognir kunnu verða avskrivaðar, og nær nýggja skipanin kann koma í gildi. Ætlanin er at leggja meira orku í arbeiðið frá 2027 og eini tvey til trý ár fram. Peningur er settur av til arbeiðið í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027.

Brúkar Smyril sum dømi

Smyril kostaði góðar 300 milliónir krónur at byggja og fór í sigling í 2005. Eftir galdandi reglum vórðu løguútreiðslurnar skrásettar so hvørt, sum byggiarbeiðið varð gjørt. Tí vóru tær stórar í byggitíðini og nógv minni árini eftir.

Í svarinum vísir landsstýrismaðurin, hvussu roknskapurin hevði sæð út, um skipið varð avskrivað yvir 25 ár og umvælingarnar yvir 15 ár. Tá hevði ein partur av kostnaðinum verið skrásettur hvørt ár, meðan skipið varð brúkt. Saman við útreiðslum til lønir, olju og viðlíkahald hevði tað givið eina greiðari mynd av, hvat tað kostar at veita tænastuna.

Landið skal framvegis rinda somu upphædd

Avskrivingar kunnu gera tað lættari hjá fíggjarlógini at rúma stórum íløgum, sigur landsstýrismaðurin. Landið skal framvegis rinda somu upphædd fyri nýggjar íløgur, og við einari nýggjari skipan skulu verandi ognir eisini avskrivast. Tí gevur broytingin sambært honum lítla rúmd fyri fleiri íløgum.

Landsstýrismaðurin sigur, at íløgurnar framvegis mugu stýrast við einari løguætlan. Sambært samgonguskjalinum skal ein løguætlan gerast fyri tíggju ár.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

19 tímar síðan

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

U19: Vóru á odda í steðginum - taptu 1-4 fyri Serbia

24 minuttir síðan
Fótbóltur

HB hevur keypt danskan miðverja

1 tími síðan
Fótbóltur

Petur Knudsen var besti leikarin í september og oktober

1 tími síðan
Tíðindi

Vegaábøtur til Oynd­ar­fjarð­ar og Hell­ur­nar mett­ar at kosta 69 milliónir

1 tími síðan
Tíðindi

Vampýrella í Fuglafirði og Klaksvík sunnudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Vegurin í Kaldbaksbotni opin aftur eftir ferðsluóhapp

2 tímar síðan
Tíðindi

Russiska bjørnin verður meira og meira aggressiv

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nú fer Fríði at spæla á Argjum

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj við persónligari heilsan til Bjørn Kallsoy

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

3 tímar síðan
Tíðindi

Tónlistaskúlin á konsertferð

3 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn fjórða hvørt ak­far er í eftir­sleipi­num hjá Ak­stovuni

4 tímar síðan