info
Ongi úrslit

Amerikanarar hava dripið Al-Qaeda-leiðaran

Amerikanarar siga seg hava dripið al-Qaeda í einum dronuálopi, upplýsir amerikonsk embætiskelda fyri Reuters.

Eirikur Lindenskov
2. august 2022 kl. 00:51

Amerikanska fregnartænastan CIA hevur um vikuskiftið framt eitt »væleydnað« dronuálop ímóti einum »týdningarmiklum al-Qaeda-máli« í høvuðsstaðnum í Afganistan, Kabul.
Tað upplýsa amerikanskar embætiskeldur sambært tíðindastovuni AFP og Reuters.
Tað eru fyribils ongar almennar upplýsingar um, hvønn álopið varð framt ímóti.
Men ein delda í amerikonsku umsitingini upplýsir fyri Reuters, at málið fyri álopinum var leiðarin í al-Qaeda, Ayman al-Zawahiri. Hann verður hildin at verða dripin í álopinum, upplýsir keldan.
Ein talsmaður fyri Taliban-rørsluna, sum situr við valdið í Afganistan, váttar fyri Reuters, at ein íbúðarbygningur í Kabul sunnudagin var fyri einum dronuálopi.
Taliban fordømir álopið, og lýsir tað sum brot á »altjóða prinsipp«.
Tíðliga sunnumorgunin rungaði ljóða frá eini spreinging gjøgnum Kabul, hevur ein talsmaður fyri innanríkisráðið í Afganistan upplýst.
– Eitt hús í Sherpoor varð rakt av einum missili. Eingin doyði, tí húsið var tómt, sigur talsmaðurin Abdul Nafi Takor.
Amerikanski forsetin, Joe Biden, fer í nátt at úttala seg um tað, sum Hvítu Húsini kalla eina »væleydnaða antiyvirgangsoperatión«.
Ein kelda upplýsir fyri Reuters, at eingin sivil fólk doyðu í atsóknini.
USA hevur ongantíð dult fyri, at tey vilja drepa leiðaran í al-Qaeda, sum av USA verður lýst sum ein yvirgangsfelagsskapur.
Egytpin Ayman al-Zawahiri var í fleiri ár høgrahond hjá al-Qaedaleiðaranum Osama bin Laden, sum varð dripin í einum amerikonskum hernaðarátaki í 2011 í Pakistan.
Eftir drápið á bin Laden varð Ayman al-Zawahiri útnevndur sum nýggjur leiðari í al-Qaeda.
Al-Zawahiri verður lýstur sum sjefideologurin hjá islamska netverkinum.
Tann læknaútbúni al-Zawahiri var við til at samskipa álopini 11. september í 2001 í USA, tá fýra ferðafólkaflogfør vórðu rænd.
Tvey av flogførunum vórðu stýrd inn í tvíburatornini í World Trade Center í New York, meðan eitt datt niður við Pentagon og eitt annað datt niður á eini mørk í Philadelphia.
Tilsamans doyðu næstan 3.000 fólk.
/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggj bók um kreppustýring undir COVID-19

15 minuttir síðan
Tíðindi

Hvussu menna vit úrvalsleikaran?

47 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Býráðsfundur í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj vi­tlíkis­strategi fyri und­ir­vís­ing­ar­geir­an løgd fram

1 tími síðan
Tíðindi

Ein milliard manglar longu um 10 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Skeyt við riflu við bátabrúgvar í Nuuk

2 tímar síðan
Tíðindi

Ósemja um súkkl­u­breyt til Oyggja­leikir

3 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan í Havn bilfrí í tveir mánaðir

3 tímar síðan
Tíðindi

Stór menning í Skálavík

4 tímar síðan
Tíðindi

139 milliónir afturat til røktarheimið á Stórubrekku

4 tímar síðan
Tíðindi

Eplafestivalurin er eitt fjølbroytt heysttiltak

5 tímar síðan
Tíðindi

ejsw UNIKA ejsw í Gallarí Havnará

5 tímar síðan