Christian F. Andreasen hevur í skrivi í dag boðað feløgunum frá, at hann leggur frá sær sum forseti í Fótbóltssambandinum. Hann heldur fram til komandi aðalfund, um feløgini ikki ynskja annað.
Forsetin í Fótbóltssambandinum skuldi annars leggja frá sær undan seinasta forsetavali, sum var í 2021, men eftir áheitan frá øllum feløgunum, valdi hann at halda fram.
Christian F. Andreasen hevur sitið sum forseti í Fótbóltssambandinum síðani 2010.