info
Ongi úrslit

Donald Trump á Truth Social: Eg hati Taylor Swift

Fráboðanin hjá Trump kemur eftir, at amerikanska songkvinnan hevur stuðlað Kamala Harris hjá demokratunum.

Eirikur Lindenskov
15. september 2024 kl. 20:55

Donald Trump skrivar í dag á sínum egna miðli Truth Social, at eg hati Taylor Swift.
Tað ger hann eftir at amerikanska songkvinnan skrivaði á sosiala miðlinum Instagram, at hon stuðlar demokratiska valevninum til forsetavalið, Kamala Harris.
Swift boðaði frá hesum stutt eftir sjónvarpsdystin millum Trump og Harris fyrr í vikuni.
Heimsstjørnan Taylor Swift heitti á sínar 283 milliónir fylgjarar um at lesa alt tey kunnu um hugskotini hjá teimum báðum forsetavalevninum.
Swift sigur, at hon fer at atkvøða fyri demokratinum Harris, tí "hon stríðist fyri rættindum og málum, sum hava uppiborið at hava ein meistara."
- Eg haldi, at Harris er ein róligur, gávuríkur leiðari, og eg haldi, at vit kunnu náa so nógv meira í okkara landi, um vit lata okkum leiða av ró og ikki kaosi, skrivaði Taylor Swift.
Trump, sum er republikanari, segði eftir fráboðanina hjá Swift til Fox News, at sangarinnan "helst fer at rinda ein høgan prís fyri at taka støðu".
Taylor Swift er ein av størstu og mest ávirkandi mentanarpersónunum í USA, og hennara fráboðan verður fatað sum eitt týðandi slag fyri Kamala Harris.
Taylor Swift rósar eisini demokratiska varaforsetavalevninum Tim Walz, sum hon sigur í áratíggju hevur stríðst fyri "LGBTQ+ rættindum, barnsburðarviðgerð og rættindum hjá kvinnum til sín egna kropp".
Yvirskriftin á Instagram frá Taylor Swift er deild við eini mynd av sær sjálvari, har hon heldur í kettu. Hon skrivaði soleiðis: "Við kærleika og vón, Taylor Swift, barnleys kettudama".
Tað er eftir øllum at døma ein tilvísing til, at varaforsetavalevnið hjá Donald Trump, J.D. Vance, hevur kallað Kamala Harris fyri eina "barnleysa kettudamu".

/Ritzau/
 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Óli er valdur á vikuliðið

5 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjór­in í Fjar­hita­felag­num

6 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Vit tapa ikki kríggið men vit missa fólk

6 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: PSG vann á FC Barcelona

6 tímar síðan
Fótbóltur

Loksins fekk Grimsby aftur stig í League Two

7 tímar síðan
Tíðindi

Marin Kristina í Dali er útbúgvin serlækni

7 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann sjeynda sigurin á rað

8 tímar síðan
Tíðindi

Sleppa undan heilsu­trygdar­gjaldi – men hvør rind­ar rokningina?

8 tímar síðan
Tíðindi

Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið

8 tímar síðan
Lesarabrøv

Løgtingið ímóti kommununum

8 tímar síðan
Fótbóltur

Ovara endaspælið: HB vann stórsigur á Skála ÍF

8 tímar síðan
Tíðindi

48 nýggj vinnustykki liðug á Ovara Hjalla

9 tímar síðan