Ein mánaður uttan smittutilburð

Nú er ein heilur mánaðar síðan, at nakar smittutilburður av korona var í Føroyum

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

508 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 246.276 kanningar. Í dag er ein mánaður síðani, at nakar smittutilburður var í Føroyum. 

661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni er eingin smittaður, og eingin er í sóttarhaldi.