Í gjár fekk løgreglan boð um, at ein nósi lá á Tinganesi.
– Tað sá ikki út, sum um honum bagdi nakað, og fleiri fólk vóru á Tinganesi og hugdu. Men vit sendu kortini boð eftir djóralækna at hyggja upp á hann, og hann segði, at hann kann verða avmaktaður, um hann verður liggjandi, og seinast eg visti, lá hann har enn, sigur vaktleiðarin.
Um so verður, so má hann avlívast.
Annars hevur løgreglan verið við saksinum í nátt og tikið nummarpláturnar av fýra bilum fyri vegskatt, trygging og umskráseting.