– Eingin orsøk at stúra fyri trygdini til dystin í kvøld

Dysturin er ein sonevndur "high-risk dystur", og tí hevur UEFA sent eyka fólk til Føroya at eygleiða trygdina.

Terji Nielsen, trygdarovasti hjá FSF

Tað er eingin orsøk at føla seg ótryggan, um man fer til dystin millum HB og Hajduk Split í kvøld.

 

Tað sigur Terji Nielsen, sum hevur ábyrgdina av trygdini til dystin vegna FSF í samstarvi við HB.

 

Kroatisku fjeppararnir frá Hajduk Split eru annars tiltiknir fyri at ikki duga sær hógv og vera provokerandi. Av tí sama er dysturin eisini kategoriseraður sum ein high risk dystur.

 

At tað er ein high risk dystur er ein avgerð, sum UEFA tekur út frá tí historikki, sum feløg typiskt hava. Hajduk Split hevur gjøgnum fleiri dystir víst seg at hava fjepparar, sum kunnu vera ófriðarligir, og tí hevur UEFA kategoriserað hetta sum ein high dyst. Men trygdin er í lagi til í kvøld.

 

– Vit meta ikki, at teirra fjepparar eru ikki til vanda fyri føroyskar áskoðarar. So eg haldi ikki, føroyingar skulu vera bangnir fyri at fara til dyst, sigur Terji Nielsen.

 

Av tí at tað er ein high-risk dystur, hevur UEFA eisini sent eyka fólk til Føroya at eygleiða trygdina. UEFA hevur security-officers, sum eru fólk við servitan innan trygd, og tey koma higar sum eygleiðarar og fyri tosa við báðar partarnar áðrenn dystin – altso liðini bæði, politiið og FSF.

 

Eisini eru tveir politistar úr Kroatia komnir til Føroya.

 

– Vit royna at gera settupið so gott sum møguligt, so øll fáa ein góðan dyst í kvøld, sigur Terji Nielsen, trygdarleiðari. Hann vísir eisini á, at tá HB spældu í Split fyri viku síðani, var einki problem.

 

Har verður eisini strangt eftirlit til dystin, so um onkur ikki dugir sær hógv ella er for týðiliga ávirkaður, so ber til at nokta áskoðarum atgongd.

 

##med2##

 

Politiið hevur fingið onkra fráboðan í dag frá fólki, sum siga, at kroatisku fótbóltsfjeppararnir ikki duga at uppføra seg í býnum. Teir hava millum annað teknað á fleiri veggir í miðbýnum við spraymáling.

 

– Teir hava ikki sitið á fremsta bonki í sunnnudagsskúlanum, sigur vakthavandi hjá politinum.

 

Tað er tó ikki blivið til nakað mál hjá politinum enn, nú vit hava spurt. 

 

Politiið hevur eisini eyka fólk inni til dystin í kvøld.

 

LES EISINI: Kroatiskir fótbóltsfjepparar hava meiggjað Havnina til við graffiti

 

LES EISINI: 300 kroatiskir fótbóltsfjepparar í Føroyum: Summir eru provokerandi

 

LES EISINI: Ustaša og Torcida Split: kroatisk søga og fótbóltssøga

 

Terji Nielsen, trygdarovasti hjá FSF