##med2##
Maðurin sum hevur verið ein ímynd av B36 fleiri kappingarárið, vanligi liðskiparin, Andrias H. Eriksen mátti uppliva dramatiska endan av steypafinaluni við fjarstøðu, einsamallur á niðara vølli í Gundadali.
Har lurtaði hann eftir FM1, ið var eitt sekund aftanfyri tað sum fór beinleiðis fram á Tórsvølli. Andrias fekk í fjarstøðu skift orð við liðfelagarnar og ynskt teimum tillukku við sigrinum.
Fyri Andrias sum av Korona-ávum má halda fjarstøðu var tað veruliga ein líðing at skula uppliva B36 vinna steypakappingina í fjarstøðu.
Andrias fer undir skurð nú og verður ikki at síggja á vøllinum í 2022, men hann ætlar avgjørt at koma sterkt aftur í 2023.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra telefonsamrøðuna FM1 gjørdi við Andrias H. Eriksen fyrr í kvøld.
HER ber til at hoyra Trónd Arge, frásøgumann og Teit Joensen, viðmerkjara siga frá hæddarpunktunum og brotssparkskappingini í steypafinaluni á Tórsvølli.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig, reportari hjá FM1 gjørdi við spælarar, venjarar og formannin hjá B36.