Føroysku rógvararnir máttu í bjargingarbátin

Teir vóru í flótidrakt og høvdu mat, telefon og sendara, og hjálp fór til teir

Føroysku rógvararnir, sum høvdu sett sær fyri at rógva úr Miami til Føroya, máttu gevast í morgun. Sjóbjargingarstøðin, MRCC sigur, at tíðliga í morgun fingu tey boð frá rógvarunum, um at báturin hjá teimum hevði fingið ein stóran sjógv. Hann hevði fingið so stóran skaða, at teir vóru farnir av bátinum og í gummibjargingarbátin. Teir vóru í flótidraktum, høvdu mat og telefon og ein EPIRB neyðsendara.

 

Báturin var staddur í bretskum bjargingarøki, vestan fyri Írland og tí setti MRCC Tórshavn seg í samband við  bjargingartøðina í Bretlandi, sum skipa fyri bjargingini.

 

Eitt farmaskip er beint við og hevur sett kós í móti føroyingunum og skuldi verið komin til teir. Tað er sjaskut veður í økinum, sigur MRCC.