Tú kanst ganda í hesi serligu bókini við ljóðum. Hvørja ferð, tú leggur gandastavin á gandamerkini í bókini, hoyrir tú gandaljóðini, sum gera álvaheimin livandi.
Ansa eftir, at gandastavurin ikki brotnar – hann kann ganda, men er eisini viðbrekin. Nýggir gandastavir kunnu keypast fyri 15,-
Sam Taplin hevur skrivað bókina, og Joanne Partis myndprýddi. Silja Aldudóttir týddi úr enskum. Bókin er innbundin pappbók, 10 bls. og til børn, sum eru uml. 1 - 3 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.