Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar við Gøtugjógv. Har stóðust fýra mál burturúr. Tríggir bilar og ein bussur - allir bilførarnir fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra for skjótt.
Og so var ein bilførari í Miðvági, sum tosaði í telefon, meðan hann koyrdi bil.
Eisini var eitt mál í Havn. Her var talan um eitt lítið ferðsluóhapp á Vegnum Langa. Ein býarbussur rendi á ein persónbil, og ein triði bilur, ið stóð framman fyri, fekk eisini skaða. Har var eingin persónskaði, men nakað av materiellum skaða kom á bilarnar.
Umframt ferðslumál sum hesi fekk løgreglan fráboðan um ein mann, sum gekk í miðbýnum í Havn og leikaði í og rópti eftir fólki. Ein kona bleiv bangin, og maðurin bleiv løtu seinni handtikin.