Fert tú á ólavsøku í ár?
- Tað vænti eg. Fyri fyrstu ferð eigi eg føroysk klæði, so tey fari eg í á ólavsøku.
Tað sigur Rannva Vesturklett.
Hvussu heldur tú ólavsøku?
- Tað er ymiskt. Haldi ikki, at eg havi nakað ávíst, sum eg skal til ella síggja, men ein túrur niðan í KFUM hoyrir ólavsøkuni til.
Hon vísir á, at okkurt árið var hon ikki heima.
- Í 2020, tá korona var, hildu vit og vinfólk hjá okkum ólavsøku í kampingvogni í Vági. Hetta var ein sera góður túrur.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Tað besta er at møta fólki og lurta eftir tónleiki.
Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?
- Tann seinasta var sera vát. Tað regnaði so illa, at hugurin at fara oman í býin var lítil og eingin.
Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Nú havi eg ikki smábørn longur, men mær dámdi betur, tá tivoli var í kommunuskúlagarðinum, sigur Rannva Vesturklett.