Ivaleyst fer ÍF at at flyta niður. Men tað forðar ikki heilt stóra fagnaðinum í Fløtugerði í kvøld. ÍF hevur vunnið 2-1 ímóti stórfavorittunum í HB. Og í góðveðrinum stórfegnast fuglfirðingar á vøllinum og ikki minst kring vøllin.
HB tapið ber boð um fullkomuliga kollsigling av finalistunum í steypakappingini, sum seinnapartin fóru norður til Fuglafirðar í vónini um, at tað fór at eydnast at styrkja um støðuna í FM kappingini. HB var ársins størsti favorittur ímóti ÍF, og so var spurningurin, um tað fór at eydnast NSÍ, sum týskvøldið vann á heimavølli ímóti HB, eisini at vinna í Sarpugerði ímóti Víkingi.
HB totalkiksaði. Eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst, men tá ið vongverjin í høgru Mathias Voss beinanvegin eftir steðgin og eftir flatt innlegg úr vinstru smekkaði bóltin upp í nettakið tóktist tað sum um, at hetta fór at ganga hjá favorittunum.
HB hevði leikliga yvirvág í fyrra hálvleiki og eisini í stórum løtum eftir steðgin, men tað eydnaðist ikki at økja um leiðsluna. HB spælararnir vóru ikki nóg neyvir í fleiri støðum, og so var Jákup Nolsøe Olsen ein brandur millum stólparnar hjá heimaliðnum.
ÍF vísti fínan hugburð. Heimamenninir løgdu nógv fyri í nærdystunum og teir vunnu ofta returbóltarnar. Tíðin arbeiddi fyri HB, men í næstsíðsta minutti eydnaðist tað ÍF at javna til 1-1. Málskjútti var Uros Stojanov eftir sending frá miðverjanum Peter Ullum.
Skelkurin í HB leguni var stórur, og Adolfo Sormani leyp framav, so dómarin vísti honum av økinum. Og HB venjarin var akkurát komin undir tak, tá ið ÍF skoraði 2-1 sigursmálið.
Fyrr í dag stóð á in.fo, at Teitur Matras Gestsson fór at verja HB málið í dag. Tíðindini úr HB leguni fyrr í vikuni vóru, at landsliðsmálverjin fór at vera klárur. Um hann var tað ella ikki, vita vit ikki. Men aftur í kvøld var tað Rasmus Nilsson, sum vardi HB málið, og at hann í tíðini, sum dómarin legði aftrat, stórkiksaði, var orsøkin til ÍF sigursmálið.
HB málverjin tøvdi ov leingi við at sparka bóltin út. Sera raski Bogi Reinert-Petersen leyp ímóti, tá ið málverjin royndi at sparka, og bólturin sigldi í boga omanfyri málverjan og í málið.
Fullkomið HB kiks og eyðmýking, og Ólavur Larsen og hansara menn vóru heilt í hopla, nú tað í 21. umfari eydnaðist ÍF at vinna ársins fyrsta sigur.