info
Ongi úrslit

Hesin er nýggjur í álopinum hjá B68

Betri deildin  menn: B68 hevur gjørt sáttmála við áleyparan Villiam Emil Klein

Tróndur Arge
18. januar 2023 kl. 15:01

B68 hevur í dag gjørt sáttmála við 22 ára gamla Villiam Emil Klein. Stóri og sterki áleyparin er uppvaksin í HB og hevur spælt við FC Hoyvík, næstabesta liðnum hjá B36 og seinast við Undrinum í næstbestu deildini.

- Sterki og bólttryggi áleyparin, Villiam Klein, hevur í dag undirskriva sáttmála viđ B68.

Villiam er uppvaksin í HB, men hevur eisini umbođa B36 og Undrið. Villiam hevur skotiđ 37 mál í 88 dystum í 1.deild, og heili 25 mál í 25 dystum í U21 deildini. Í 2020 skoraði Villiam hattrikk í Løgmanssteypinum móti grannunum av Skála, skrivar B68.

- Eg havi nú í tveir mánaðir vant við her á Svangaskarði. Eg føli at hetta er rætta staðið hjá mær at mennast. Umstøðurnar eru framúr og hópurin hevur tikið sera væl í móti mær, sigur Villiam Klein við heimasíðuna hjá B68.

Tilgongdin á Toftum telur Alex Mellemgaard, Ragnar Samuelsen, Jørgen Nielsen, Jonas Warner og nú Villiam Emil Klein. Av hesum hevur Jákup á Borg havt allar uttan Jørgen Nielsen í B36.

Frágongdin telur Hugin Samuelsen, Rói M. Hentze, Tonni Thomsen, Steffan A. Løkin og Andri Benjaminsen. B68 spældi í gjár venjingardyst móti HB, sum vann dystin 3-0.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

8 minuttir síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

14 minuttir síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

30 minuttir síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

1 tími síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

1 tími síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

2 tímar síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti greitt fyri Rumenia

2 tímar síðan
Tíðindi

Ísrael noktar at leingja atkvøðugreiðsluna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Dysturin B68-NSÍ byrjar longu klokkan 14 leygardagin

3 tímar síðan
Tíðindi

Lavrov: Einki nýtt kom burtur úr samrøðuni við Putin

3 tímar síðan
Tíðindi

Óvanliga stór valluttøka í Ísrael

4 tímar síðan
Tíðindi

Troels Lund: Álitisbrot kostaði Preben Bang limaskapin

4 tímar síðan